Valevni
Aftur

Anna Falkenberg

Eg eiti Anna Falkenberg og eri 23 ára gomul. Eg eri forkvinna í Ungmannafelagnum Samband og havi verið ein virkin partur av bæði Ungmannafelagnum og Sambandsflokkinum síðani 2013. Eisini havi eg seinasta árið sitið sum varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri Ung. Eg havi eina útbúgving í stjórnmálafrøði frá universitetinum í Keypmannahavn og havi tískil seinastu árini búð í Keypmannahavn. Men nú er tíð at koma heim aftur til Føroya.

Eg fari til val uppá eina socialliberala stevnu. Tí tað hevur stóran týdning, at vinnulívið fær góðar karmar at virka undir, tí vinnulívið er við aftur at tryggja okkum borgarum góða vælferð. Við hesi stevnu eri eg til dystin fús og ætli serliga at arbeiða fyri, at Føroyar skal verða fyri øll. Mini fýra hjartamál eru:

Frælsari Føroyar

•         Vit skulu vera fræls í felagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin skal mennast, og skapa bestu karmar fyri okkum føroyingar

•         Størri ávirkan og fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum og at gera altjóða samhandilsavtalur

•         CPR-nummur skulu verða lættari atkomulig fyri føroyingar

•         Frælsisrættindini hjá føroyingunum skulu styrkjast - við serligum denti á etiskum málum

 

Fyrstafloks Fróðskaparsetur

•         Vit skulu hava kvalitetsútbúgvingar í Føroyum - kvalitet fram um kvantitet

•         Tað hevur týdning, at tað er samsvar millum útboð av útbúgvingum og eftirspurning á arbeiðsmarknaðinum

•         Útbúgvingar, ið verða útbjóðaðar, skulu samsvara við okkara føroyska samfelag í nógv hægri mun

•         Fróðskaparsetrið skal altjóðagerast, og harvið í nógv hægri mun tiltrekkja útlendsk lesandi

 

Grønar Føroyar

•         Ferð skal á ta grønu umleggingina

•         Varandi orkukeldur skulu prioriterast, og útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum skal minka

•         Samfelagið hevur yvirornaðu ábyrgdina av grønu umleggingini, men skal til eina og hvørja tíð eggja bæði borgarum og vinnulívi at velja grønar loysnir til sítt privata húsarhald og vinnuliga virksemi

 

Liberalisering innan rúsdrekkavinnuna

•         Veikari rúsdrekka, øl og vín, skal seljast í matvøruhandlum

•         Fokus skal setast á tað veikara rúsdrekka soleiðis, at føroyska rúsdrekkamentanin broytist

•         Veikara rúsdrekka skal gerast ein intigreraður partur av matmentanini - hetta fer at elva til eina sunnari tilgongd til rúsdrekka