Valevni
Aftur

Marin Katrina Frýdal

At styrkja og menna føroyska málið og føroyska mentan eru millum míni hjartamál.  Samferðsluviðurskifti, náttúru- og umhvørvispolitikkur og orkumál eru eisini evni, sum hava mín stóra áhuga. Loysnir á bústaðartrotinum og ein skynsamur bústaðarpolitikkur, har alment, kommunalt og privat fáa sínar karmar lýstar at virka undir, er alneyðugt at fáa til politiska viðgerð sum skjótast.

Eg eri í Tórshavnar býráði, har eg siti mína fjórðu setu nú; verði eg vald á Føroya Løgting, fari eg tó at lata varamanninum býráðssessin. Sostatt havi eg sera drúgvar politiskar royndir úr høvuðsstaðarkommununi.

Sum royndur býráðspolitikari kenni eg, um nakar, fullvæl til tær ábøtur, ið lóggávuvaldið, Føroya Løgting, eigur at arbeiða við í komandi valskeiði til tess at bøta um virkiskarmarnar hjá føroysku kommununum. Kreftir í samfelagnum royna í ávísum førum at seta kommunurnar og landið upp ímóti hvør øðrum; hesum taki eg frástøðu til, tí sum, - "Landið og kommunurnar eru at meta sum eitt par í einum hjúnalagi; ið tørva hvønn annan til tess at fáa sum best burtur úr fyri Føroya fólk".

Vit føroyingar mugu gevast við at seta miðstaðar- og útjaðaraøkini upp ímóti hvør øðrum; Føroyar eru bæði, og vit føroyingar eru øll í sama báti. Tann veruliga avbjóðingin kemur uttan úr heimi, og hana mugu vit handfara í felag. Einar frælsar, frílyntar, samhaldsfastar og rúmsáttar Føroyar, har vit kenna ábyrgd hvør móti øðrum, er mín visjón!

 

MENNA FØROYSKA MÁLIÐ OG FØROYSKA MENTAN

 

Styrkja og menna føroyska málið og mentanina, m.a. í sambandi við talgildu pallarnar. Hesin tørvurin er serstakliga stórur innan tilfar til børn og ung, tí her verður grundarlagið lagt undir okkara mentanarfatan. Føroyska málið og mentanin skulu styrkjast í øllum liðum, tað skal vera ein sjálvsagdur partur av stevnumiðunum í vøggustovuni, barnagarðinum, skúlanum o.s.fr. Tað skal hjúklast um søgu og siðaarv okkara, tí eitt søguleyst fólk er eitt fátækt fólk, og eingin annar enn vit hava ábyrgdina - hesum vil eg arbeiða fyri.

 

LOYSN Á BÚSTAÐARTROTINUM SUM SKJÓTAST

 

Loysnir mugu finnast á bústaðartrotinum beinanvegin. Ein skynsamur bústaðarpolitikkur, har alment, kommunalt og privat fáa sínar karmar lýstar at virka undir, má gerast. Bústaðarpolitikkurin má m.a.fevna um heimildir til, at langtíðarútleiga lendir til bústaðarbygging, lóg um bústaðarskyldu, lendisprísir til bústaðarbygging, skipaði viðurskifti til bæði stutt- og langtíðar útleigan o.s.fr. Tað er ein mannarættur at hava eitt trygt og gott stað at búgva, men soleiðis er støðan tíverri ikki í Føroyum. Hesum havi eg arbeitt við í kommununi, men heimildin er avmarkandi; tí vil eg á Løgting at broyta hesi viðurskifti, tí eg kenni tey innanífrá.

 

SKYNSAMAN POLITIKK FYRI SAMFERÐSLUKERVIÐ, ORKUMÁL OG NÁTTÚRU- OG UMHVØRVISMÁL

 

Neyðugt er at viðtaka skynsamar heildarloysnir fyri samferðslukervið, har rakstur og trygd á verandi vegakervi verður uppraðfest. Ein nútímans samferðslupolitikkur eigur eisini at fevna um m.a. súkkluleiðir kring landið, at útvega kommununum heimildir til at loysa parkeringstrupulleikan, og somuleiðis at tunnilsgerðir taka allar tær avleiddu verkætlanirnar við frá byrjan. Landið má leggja greiðar karmar, ið eggja til burðardyggar orkuloysnir. Grøna kósin á orkuøkinum má styrkjast við eini javnbjóðis kapping millum SEV og privatar. Ein virknan náttúru- og umhvørvispolitikk við lógarheimild fyri at verja náttúruna og umhvørvið. Herd krøv til loyvda ljóðdálking frá skipum, bilum o.ø. og strangari krøv til oljudálking. Varðagøturnar skulu dagførast, so slitið á náttúruna verður so lítið sum gjørligt. Skógrøktin skal fáa størri játtan til at framleiða trø, til privat og kommunur at planta, soleiðis at innflutningurin av plantum steðgar.

 

Eg eri 58 ára gomul og ættað av Velbastað. Seinastu gott 26 árini havi eg búð í Hoydølum og eri tí vorðin hoyvíkingur við lít og trúfastur H71ari.

Útbúgving: Prógv í tóvvirki frá Dansk Textil Institut. Prógv sum Forvaltnings Diplom frá Danmarks Forvaltningshøjskole. B.S.Sc. prógv í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya. Prógv í Masterskeiðnum Føroysk fyrisitingarlóg frá Fróðskaparsetri Føroya.

Eigi børnini, Yrsa 34, Æsa 25, Eindri 24 og Sakir 17.

Hjúnafelagi: Tróndur G. Leivsson

 

Heimasíða: www.marinkatrina.fo