Valevni
Aftur

Birna Heinesen

Eg eiti Birna Heinesen, eg eri 32 ár, eg havi lisið cand.mag. í dramaturgi og norðurlendskum málum og bókmentum og starvist til dagligt sum miðnámsskúlalærari á miðnámi á Kambsdali. Eg eri mamma at tveimum dreingjum, ið eru 7 og 13 ár, og gift við Hans Jákupi Danielsen, ið er KT-mennari hjá Formula. Vit fluttu heim til Føroya fyri trimum árum síðani eftir 9 ár í Danmark og búgva í løtuni í kjallaranum hjá foreldrunum, eins og nógv onnur.

Eg stilli upp fyri at betra um bústaðarviðurskiftini í Føroyum, nú vit eru í eini stórari bústaðarkreppu. Samfelagið skal taka ábyrgd av hesi kreppu og loysa hana skynsamt, hóast tíðin er knøpp, og tørvurin hjá nógvum er bráðfeingis. Vit skulu ikki bara byggja skjótar og bílígar loysnir, men vit mugu tryggja, at øll fáa trygg og góð heim, sum kunnu vera til gagns i mong áratíggju, uttan mun til um tað er bústaðir til leigu, til keyps ella nýbygd hús, ið fólk ynskja sær. Tilboðini og møguleikarnir mugu vera fjølbroyttir, so tørvurin kann nøktast hjá bæði ungum, eldri, umframt teimum við serligum tørvi.

Eg haldi tað vera týdningarmikið, at vit altíð eru til reiðar at endurskoða okkara útbúgvingarskipan, so hon er tíðarhóskandi, soleiðis at hon kann vera okkum øllum at gagni uttan mun til førleikar. Útbúgvingarskipanin má vera fyri øll – tey kreativu, tey handaligu, tey bókligu, tey við serligum avbjóðingum og eisini tey, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál. Útbúgvingarskipanin er ein partur av hugtakinum lívslangari læring, og vit eru øll partur av henni ein stóran part av lívinum – serliga tað tíðarskeiðið, vit eru børn, og tí er tað upplagt, at øll viðurskifti, ið viðkoma hesi læring, uttan mun til avbjóðingar, koma undir eitt ráð – Barnamálaráðið, sum vit í Javnaðarflokkinum leggja upp til í valskrá okkara. Hetta gevur møguleikar til samstarv gjøgnum alla skipanina, frá tí vit eru fødd, til vit eru myndug.

Eitt annað, sum eg brenni fyri, er mentan og list. Eitt av okkara ríkasta tilfeingi eru okkara listafólk, sum eftir mínum tykki skulu hava nógv betri umstøður at virka undir, enn tey hava í dag. Listin ríkar gerandisdagin við myndum, orðum, ljóðum og upplivingum, ið seta okkara egna lív og samfelag í frásjón og fáa okkum at hugsa og mennast sum samfelagsborgarar. Tí er týdningarmikið, at vit eisini øll hava atgongd til ymisk sløg av list, bæði smá og stór, og tí skal listin stuðlast, njótast og raðfestast.

Eg ynski mær eisini eitt javnari og samhaldsfastari samfelag. Eitt samfelag, har øll hava møguleika at taka lut, verða vird, verða hoyrd og hava atgongd til somu hentleikar. Eisini er tað av stórum týdningi, at øll kenna seg umboðað í politisku skipanini uttan mun til aldur, kyn, trúgv, avbjóðingar bæði kropsliga og sálarliga, og uttan mun til hvar í landinum tú býrt.