Valevni
Aftur

Ingvør Justinussen

Eg eri fødd 2. marts 1968. Búsitandi á Argjum, gift og eigi tvey vaksin børn, sum bæði eru lesandi í Keypmannahavn. Útbúgvin B.sc. í sjúkrarøktarfrøði og harumframt sum heilsufrøðingur. Í dag arbeiði eg sum sjúklingasamskipari á Landssjúkrahúsinum.

Eg eri uppvaksin í Havn, men mítt tætta tilknýti til Svínoy ger, at eg føli meg heima bæði har og í høvuðsstaðnum.

Havi verið varalimur og valdur barnasakkønur limur í høvuðsbarnaverndarnevndini nógvu seinastu árini.

 

Míni hjartamál:

 

At heilsu- og sjúkrahúsverkið verður raðfest og enn betri, enn tað er í dag. Vit eiga at menna eitt føroyskt heilsuverk, har tú og eg fáa dygdargóða og skjóta viðgerð í rættari tíð, tá vit hava tørv á tí. Vit eiga at raðfesta soleiðis, at vit fáa enn fleiri starvsfólkatímar, sum koma sjúklinginum til góðar, umframt at hetta minkar um bíðilistarnar.

Tá føroyska heilsuverkið ikki røkkur til, er neyðugt, at vit hava møguleika fyri at fáa sjúkraviðgerð uttanlands. Allir sjúklingar, sum fara uttanlands til viðgerð eiga at hava rætt til at hava ein fylgjara/avvarðandi við sær. Hetta skapar tryggleika, sum hevur stóran týdning fyri hann ella hana, sum verður rakt/ur av sjúku.

 

Vit eiga sum skjótast at fáa bygt eitt Barnaheim, soleiðis at tey børnini, sum búgva har, hava eitt støðugt heim og ikki skula flyta millum allar tær ymisku eindirnar, sum tey gera í dag. Somuleiðis eiga vit at menna dygdargóðar fyriskipanir, sum rúma øllum børnum, fyri at tey kunna vera heima í Føroyum í sínum nærumhvørvi, hóast tey ikki kunna búgva heima hjá sínum foreldrum. Ein skipan við styrktum fosturforeldrum eigur somuleiðis at verða sett í verk. Átøk eiga at verða gjørd, soleiðis at familjur við børnum við serligum tørvi fáa ta hjálpina í Føroyum, sum tey hava brúk fyri. Tað skal ikki vera neyðugt hjá nøkrum at flyta uttanlands fyri at fáa nøktandi hjálp

 

Umhvørvið og varandi “grønar” loysnir eiga at verða raðfestar. Vit verða noydd til at taka skilagóðar avgerðir soleiðis, at vit støðugt, og skjótari enn nú, arbeiða fram ímóti at verða 100 % “grøn” í 2030. Eitt tiltak kundi t.d. verið, at tað ikki skal verða loyvt at nýta vanliga oljufýring í nýggjum bygningum, men heldur at gera tað so lagaligt hjá hvørjum einstøkum at velja ta “grønu” loysnina, sum passar honum/henni best.

 

At talið av íbúgvum í Føroyum, sum liva í fátækraváða veksur er als ikki gott nokk. Hetta eiga og skula vit gera nakað við, tí fátækraváði kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka, eldri, børn og ung. Vit eiga at lækka skattin til tey lágløntu og pensjónistarnar umframt at gera onnur átøk, sum minka um fátækraváðan.

 

Uttan vøkstur og eina sterku vinnu ber ikki til at uppraðfesta vælferðina. Tí er alneyðugt, at vinnan fær langtíðar og tryggar karmar at virka undir. Smáu vinnurekandi og tann skapandi vinnan skal stimbrast og fáa frælsi til at virka innan tryggar karmar. Hetta gevur tí einstaka møguleika fyri at forsyrgja sær og sínari familju, skapa arbeiðspláss til onnur, umframt at skapa inntøkur til landið.