Valevni
Aftur

Annita á Fríðriksmørk

Tí stilli eg upp

Eg havi verið nógv ár í politikki og stilli upp aftur hesaferð, tí mær dámar í samstarvi við onnur at taka avgerðir, sum flyta okkara land trygt fram á leið.

Bústaðir

Bústaðarneyðin er størsti fløskuhálsur, sum framgongdin seinastu árini hevur elvt til. Tí er alneyðugt, at komandi samgonga sum skjótast heldur fram við at loysa bústaðartørvin. Hetta eigur at gerast í samstarvi við Bústaðir soleiðis, at fólk hava møguleika at seta føtir undir egið borð kring landið og soleiðis, at  bústaðirnir eru fjølbroyttir við møguleika at eiga, at leiga, at eiga ein part osfr.

Sálarheilsa

Eins og heilsuverkið altíð er til reiðar at hjálpa fólki við kropsligum trupulleikum, so eigur ferð at setast á, so fólk við sálarsjúkum eisini fáa neyðugu hjálpina. Sum eina byrjan fara vit at byrja við at veita ókeypis sálarhjálp til ungfólk upp til 35 ár.

Umhvørvi

Ferð má setast á at verja umhvørvið okkara. Vit eru partur av alheiminum og kunnu ikki umbera okkum við, at vit eru so fá.  Øll mugu taka ábyrgd soleiðis, at umhvørvisvannlukkur og veðurlagsbroytingar ikki standast av mannaávum. Vit eiga at lurta nógv betur eftir serfrøðini. Ung fólk eru eisini ófør at varpa ljós á hesi viðurskifti.Vit eiga at taka teirra hugskot og vilja við í avgerðirnar. Tað eru tey ungu, sum eiga framtíðina, og er tað tí umráðandi, at teirra vilji verður tikin við upp á ráð. Tað er ábyrgdarleyst at lata frá okkum heimin til teirra so dálkaðan, at tað illa fæst livað í honum.

Rætt at ganga í náttúruni

Føroya fólk eigur at hava rætt eftir gamlari siðvenju at ferðast frítt í haga og í náttúruni, tá ið hetta ikki er til ampa fyri plantulív, fæið og landbúnað. Semja má fáast við ognarar og festarar um hetta. Samstundis eigur ferðavinnan at taka størri ábyrgd av at fíggja tað viðlíkahald, sum stendst av gongd í náttúruni.

Rúm skal verða fyri okkum øllum

Uttan mun til samfelagsstætt, hvar í landinum vit búgva, uttan mun til húðarlit, trúgv og hvørja kirkju ella samkomu vit hoyra til, uttan mun til kynsligan samleika osfr, so eiga vit øll at kenna okkum sum part av samfelagnum og verða viðurkend sum javnbjóðis borgarar við somu rættindum og skyldum.

Føroyar í altjóða høpi

Vit hava tann framíhjárætt at búgva í einum landi, sum liggur í einum av heimsins størstu sjóøkjum, sum enntá liggur nær Arktis. Hetta gevur okkum serligar skyldur at røkja ríkidømið, í mun til okkara vælferð og við atliti at komandi ættarliðum, og í samstarvi við okkara grannalond.

Ogn Føroya fólks má umsitast við varsemi 

Einki út­lendskt vald eigur at hava nakran rætt til ræði og ognir í landinum ella á sjónum. Hóast fá í tali búgva vit í einum av heimsins størstu sjóøkjum. Hendan framíhjárætt eiga vit at tryggja, so at hann kemur øllum føroyingum til góðar bæði komandi og verandi ættarliðum.

Fullveldi

Við virðing fyri øllum tí, sum omanfyri er umrøtt, er umráðandi, at vit taka fulla ábyrd av samfelagi okkara. Vit eiga hetta landið og hava á øllum mótum prógvað, at vit klára okkum best, tá ið vit gera tað undir egnum flaggi. Hetta er galdandi innan handilsavtalur, fríhandilsavtalur, ítrótti, tónleiki og í okkara luttøku í altjóða samfelagnum sum heild. Vit eru so vælsignað við ríkidømi bæði á landi og sjógvi. Vit hava dugnalig og kreativ vinnulívsfólk, vælútbúgvin og dugnalig starvsfólk og eftirspurda arbeiðsmegi bæði her heima og uttanlands.

Vit hava sostatt allar fortreytir at taka fulla ábyrgd av landi okkara, og eiga vit stútt og støðugt at miðja eftir hesum. Ikki tí at fullveldi er eitt mál í sær sjálvum, men tí ábyrgd er amboðið at klára seg og mennast.

 

Hetta er nakað av tí, sum eg fari at arbeiða fyri, og sum eg vóni, at tú sum veljari fert at stuðla okkum í. Tjóðveldi kemur vónandi í stjórn aftur komandi valskeið, og vilja vit fyrst og fremst tryggja, at hildið verður fram við tí politikki, sum undanfarna samgonga hevur ført.