Valevni
Aftur

Óluva Klettskarð

Eg eri bygdakona úr Haraldssundi og búgvi í Klaksvík. Eg eri gift Andrasi Sólstein og mamma synirnar Páll Andrasson Klettskarð 29 ár og Ára Andrasson Klettskarð, sum er 17 ár og gongur á miðnámsskúla á Kambsdali.

Eg eri magistari í søgu og føroyskum máli og bókmentum. Í góð 20 ár havi eg starvast sum studentaskúlalærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum á Kambsdali og HF í Klaksvík, har eg enn eri í starvi.

Seinastu fýra árini havi eg røkt sessin sum løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, virkandi í Trivnaðarnevndini, sum løgtingsgrannskoðari - og í Mentanarnevndini -seinastu tíðina sum forkvinna.  Áður havi eg verið styttri tíðarskeið á tingi sum varafolk, og í 2008 varð eg landsstýriskvinna í mentamálum eitt stutt skifti, til Che-samgongan brádliga fór fyri bakka. Og somuleiðis havi eg røkt býráðssess og sum fyrsta kvinna í Klaksvikar býráð verið forkvinna í Havna- og Vinnunevndini. Frá byrjan havi eg verið forkvinna fyri Skúlastýrið, til eg tók sess í Klaksvikar býráð.

Mítt fremsta politiska mál er at stovnseta føroyskt tjóðveldi við hugsjón, ið byggir á persónligt, tjóðskaparligt og politiskt frælsi. Grundvirðini at øll eiga sama rætt og sama frælsi at velja, virka og mennast.

Einki út­lendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum, og heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Vit øll í Føroyum eiga somu sam­felags­rætt­indi og hava somu samfelagsskyldur.

Á Løgtingi fari eg at arbeiða fyri ríkum skúla- og mentalívi og fyri tí grøna gullinum.

Menning og burðardygd eru lyklahugtøk. Vit skulu menna skipanir at skilja rusk, rotleypar at gera mold og endurnýtslu av lívrunnum burturkasti. Lógin um lívfrøðiligt margfeldni skal samtykkjast alt fyri eitt, og havumhvørvislóg skal styrkjast. At gera Føroyar sjálvveitandi við grønari orku og leysar av oljuni eru fremstu mál.

Eg ynski fleiri útbúgvingar á hægri støði og eitt størri átak at fáa undirvisingartilfar til fólkaskúla og miðnámsskúla. Fólkaskúlin eigur at geva list, kreativiteti og rørslu størri rúmd, so kreativu evnini og hugurin til skúlan verða ment.

Eg fari at virka fyri fjøltáttaðari byggimentan. Vit skulu búgva um alt landið, virka í øllum landinum, og møguligt skal verða at seta búgv í smáum sum í stórum um allar Føroyar.

Vit skulu hugsa burðardyggan ídnað í øllum lutum. Lívið í havinum hevur alstóran týdning fyri okkum, og tí skulu vit ganga á odda at skipa fiskiveiðu á burðardyggan hátt

Heilsa og vælvera skulu raðfestast, og almennar heilsutænastur við góðari góðsku skulu mennast her á landi eins og somuleiðis gransking innan heilsuøkið.

Á arbeiðsmarknaðinum skulu vit undir tilgongd at stytta arbeiðsvikuna, og fleiri heitar hendur eiga at taka sær av okkara virðismiklu ungu og eldru ættarliðunum.