Valevni
Aftur

Oda W. Andreasen

Oda Wilhelmsdóttir er 47 ár og uppvaksin á Ternuryggi í Havn, har hon er er búsitandi við 17 ára gamla soninum. Hon er ættað úr Vágum, Tórshavn og Suðuroynni og hevur stóran tokka til hesi økini.

Hon hevur egna fyritøku Fa Oda Wilhelmsdóttir og GoLocal, sum ráðgevur innan burðardygga ferðavinnumenning og bjóðar fram serstakar túrar í Føroyum og sólseturstúrar í Mykinesi. Oda var á sumri 2018 liðug við HD í Marketing Management.

Oda hevur altíð verið virkin í hondbólti og fótbólti og er fótbóltsdómari og situr í dómaranevndini hjá FSF. Hon hevur stóran tokka til føroysku náttúruna og at ganga í fjøllunum. Hon hevur ferðast kring allar Føroyar og brennir fyri ítróttini, umhvørvinum og ferðavinnuni.

 

Ferðavinnan er eitt gott íkast til tjóðarbúskapin. Hon skapar nógv størv og er virkandi til vinnu í útjaðarinum. Ferðavinnan skal framhaldandi mennast við atliti til og virðing fyri sosialu, mentanarligu, náttúru og búskaparligu burðardygdini. Vit skulu fremja eina ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við, kring allar Føroyar og alt árið.

 

Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri burðardyggari ferðavinnu og at skipa ferðavinnuna á ein skilagóðan hátt. Náttúran er okkara týdningarmesta tilfeingi, og fari eg at arbeiða fyri einari menning, har okkara náttúra verður vird og vard á øllum økjum og innan allar vinnur.

Eg fari eisini at arbeiða fyri, at vit føroyingar framhaldandi kunnu ganga frítt í okkara vøkru náttúru,

Tað er okkara mentan og siðsøguligi arvur, sum vit sjálvandi skulu bera víðari til komandi ættarlið.