Valevni
Aftur

Sunneva Simonsen Ludvig

Eg havi valt at bjóða meg fram sum valevni fyri Sambandsflokkin. Eg havi leingi havt áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum, og eg haldi, at tað eru ov fáar kvinnur í føroyskum politikki. Við mínum royndum og innliti, haldi eg, at eg havi nakað gott at bjóða.

Nøkur av mínum hjartamálum:

• Viðgerðartrygd fyri allar føroyingar 
• Viðkomandi gransking
• At skapa góð kor fyri familjuna 
• Barnavernd 
• Skapa góð kor fyri tey eldru 
• Útlendingar og integratión
• Haldførur fíggjar- og búskaparpolitikkur
• Íverksetan og skapandi vinnur
• Tryggir karmar fyri fiskivinnuna
• Ferðavinna 
• Skúlamál
• Dagstovnaøkið
• Umhvørvi 
• Grønar Føroyar
• Nýggjar tunlar á Borðoynni
• Bara 1 fólkavaldan sess

 

Eg fari regluliga fram til Løgtingsvalið at útgreina míni hjártamál á Facebook síðuni Sunneva Simonsen Ludvig - valevni Sambandsflokksins.  Og skriva um aktuel mál sum eru frammi í fjølmiðlinum.

Um meg sjálva:

Eg eri fødd í Klaksvík 12. juli í 1973. Uppvaksin í Hvannasundi og havi búð í 1 ár í Íslandi, 9 ár í Danmark og 1 ár í Grønlandi.

Eri gift við Rúna, og saman eiga vit 4 børn: Jógvan Elias 26 ár, Peter 17 ár, Lukas 14 ár og Lea Ivalo 7 ár.

Útbúgvin á Handilsskúla, skrivstovu innan almenna fyrisiting hjá ”Told og Skat” Esbjerg. Umframt tað havi eg tikið leiðslu í verki AÚ og vinnubúskap AÚ, umframt ymisk bókhalds- og lønarskeið og gingið á kokkaskúla í Klaksvík.

Eg arbeiði sum kokkur í sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík, byrjaði í desember 2018. Annars havi eg arbeitt á skrivstovu, fyri tað mesta arbeitt innan almenna fyrisiting síðan eg bleiv útlærd í 2000. Hjá Esbjerg Kommunu, Hvannasunds- og Viðareiðis Kommunu. Arbeiddi nakrar mánaðir á skrivstovu hjá Artic Prime í Qaqortoq (Julianehåb) í Grønlandi og á grannskoðanarfyritøku í Klaksvík.

Nevndir og álitisstørv: kassameistari í NHR (Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag) og nývald í nevndina í Norðoya Sambandsfelag sum kassameistari. Forkvinna í skúlastýrinum í skúlanum á Fossanesi, 2013-2016.

Far á løgtingsval og set X við B