Valevni
Aftur

Súsanna Olsen

Súsanna er 59 ár, fødd og uppvaksin í Tórshavn (úti í Grønlandi) Flutti í ungum árum til Danmarkar í útbúgvingarørindum og var har inntil 2011, tá hon og húski hennara kom heim aftur til Føroyar. Súsanna er gift og eigur 2 vaksin børn og er ídag búsitandi á Hamrinum á Argjum.

Súsanna er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Aarhus Universiteti, umframt hevur hon eitt hjánám í sálarfrøði frá Aalborg Universiteti. Hon starvast á Fróðskaparsetri Føroya, har hon er virkin bæði á Søgu- og Samfelagsdeildini og á Námsvísindadeildini, umframt á Glasir hægri nám. Starvsleið hennara hevur verið og er undirvísing innan stjórnmálafrøði, sálarfrøði og leiðslu. Súsanna er eisini nevndarlimur í Sinnisbata.

Politisk hjartamál er at verja okkara vælferð, serliga kjarnuvælferð. Líkamikið hvar ein hoyrir heima á ideologiska spektrinum, er vælferðarskipanin komin fyri at verða. Tó leggur hon áherðslu á, at raðfylgjan er, at vinnan fær góðar og arbeiðsligar karmar at virka undir, tí tað er hendan, sum fíggjar okkara vælferð.

Ein tann størsti fongurin í vælferðarskipan okkara, metir hon, er, at øll hava rættin og møguleikan at fáa sær eina útbúgving. Útbúgvingarskipan okkara skal ikki síggjast sum ein útreiðsla fyri samfelagið, men ein týdningarmikil íløga.

Føroyar er eitt samfelag í blómandi menning, og vit ríða á einari hákonjunkturbylgu beint nú. Tó fara sveiggj altíð at vera í einum búskapi. Tí er umráðandi at føra ein skilagóðan fíggjarpolitik soleiðis, at samfelagið brynjar seg til ringari tíðir.

Samstundis skal ein hyggja frameftir og hugsa samfelagsplanlegging á høgum stigi. Nøkur viðurskifti má ein taka hond um bráðfeingis t.d. akuttan tørv á leigubústøðum, og onnur kunnu bólkast undir átøk á langa bananum.

Umhvørvismál, sum heild, er Súsanna mikið upptikin av – og ongantíð áður, í nøkrum føroyskum politiskum tíðarskeiði, sum næstu 4 árini, er neyðugt at vend má koma í her heima. Vit hava eitt stórt umhvørvisligt uppruddingararbeiði at gera, umframt at halda við líka, og stuðla meira undir politiskt, arbeiðinum fyri grønum orkuloysnum. Føroyski einstaklingurin, serliga unga fólkið hevur veruliga tikið hetta til sín at verja umhvørvið. Tí eigur politiska skipanin at ganga enn meira undan og ikki lata seg darva av nyttuleysum politiskum og idelogiskum kegli, men ábyrgdarfult, seriøst og samstarvandi, at loysa hetta átrokandi mál.