Valevni
Aftur

Birita Arge

Birita Arge stillar upp til løgtingsvalið fyri Framsókn. Hon hevur royndir frá tí privata, almenna og kommunala, innan leiðslu og búskaparstýring, sum sjálvstøðug vinnurekandi í Føroyum og Danmark, og royndir sum námsfrøðingur og lærari.

Mítt mál er at røkka einum burðardyggum Føroyum, har fólk trívast og hava tað gott.

Til dagligt hoyri eg um fólk, sum ikki hava bústað, ikki eru hoyrd, eru strongd, hava vánalig arbeiðsviðurskifti og bíða eftir at sleppa á sjúkrahús. Eisini hoyri eg um stovnar, sum mangla fólk, fólk sum mugu flyta av landinum, happing, órudd í náttúruni v.m. hetta vil eg broyta, tí stilli eg upp til løgtingsvalið 2019.

Vit eiga at vísa ábyrgd fyri hvørjum øðrum og hjálpa teimum, sum tørva hjálp. Eisini mugu vit arbeiða fyri, at Føroyar mennast, eru umhvørvisvinarligar og skapa tær røttu umstøðurnar fyri trivnaði.

Tað er neyðugt við einum tryggum og mennandi uppvøkstri, og útbúgving er neyðug bæði fyri fólk og land, tí mugu vit hava góðar umstøður fyri hesum.

Skattgjaldarins peningur eigur at verða nýttur við umhugsni, soleiðis at mest og best fæst fyri hvørja krónu.

Birita er 50 ára gomul og búsitandi í Hoyvík. Hon er gift og eigur 3 børn í aldrinum 18, 21 og 25 ár. Til dagligt arbeiðir Birita sum lærari á Fróðskaparsetri Føroya og sum sjálvstøðug vinnurekandi. Í frítíðini er Birita virkin sum sjálvboðin innan barna- og umhvørvisarbeiði. Hon hevur verið í nevndini hjá Barnabata og hevur arbeitt fyri at betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum. Eisini hevur Birita stovnað Remida Føroyar, sum arbeiðir fyri at avmarka rusk. Hon er útbúgvin námsfrøðingur, cand.pæd. í didaktik, finansøkonom og frisør.

Heimasíða: http://biritaarge.simplesite.com/