Valevni
Aftur

Edva Jacobsen

Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin

 

Eg stilli upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið.

Eg eri fødd tann 31. august 1964 og eri uppvaksin og búgvi í Fuglafirði.

Eg eri gift við Elibert Jacobsen, og vit eiga ein vaksnan son.

 

Eg eri ikki nýggj í politiskum høpi. Havi sitið  á Løgtingi frá 2010 til valið í 2015.

Eg byrjaði at arbeiða í táverandi Føroya Banka í 1983 og starvaðist har til 2010, tá eg fór í Løgtingið sum varakvinna, bleiv síðani afturvald í 2011. Í 2015 fór eg at arbeiða á Pelagos fram til januar 2016. Síðani at arbeiða á Kryvjideild hjá Bakkafrost í Klaksvík og eftir tað á Glyvrum fram til summarið 2018. Í dag arbeiði eg á Fíggjar- og HR-deild hjá Bakkafrost.

Eg eri næstvald í Fuglafjarðar býráði, vald fyrstu ferð í 2016.

Partur av frítíðini fer m.a. til missiónsarbeiði. Eri í stýrinum fyri Thabor. Havi stóran áhuga at fylgja við ymiskum ítrótti og havi í fleiri ár verið í nevndini hjá ÍF fótbólti, men ikki tey síðstu árini.

Eg brenni fyri at gera mun politiskt og vil arbeiða hart fyri at skapa tryggar karmar, bæði vinnuliga, sosialt og fíggjarliga, og reka ein framtaksfúsan politik  á kristiligum mentanarstøði. 

Sambandsflokkurin livir upp til hettar í síni stevnuskrá og er einasti flokkur, sum ynskir at arbeiða í tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Vit megna nógv meira við at standa saman, og hettar er ein stór styrki fyri okkara vælferðarskipanir.

 

Her eru nøkur av mínum mongu hjartamálum:

- Vinnan skal hava tryggar, stabilar og kappingarførar karmar at virka undir

- Sterkt heilsu- og almannaverk í tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum

- Bestur karmar innan serøkini, íroknað bústaðarmøguleikar

- Fjølbroyttir íbúðarmøguleikar til allar málbólkar

- Bestu útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm, bæði í Føroyum og aðra staðni.

- Viðgerðartrygd til allar føroyingar

- CPR-nr, sum ger tað lættari at virka í øllum ríkisfelagsskapinum, t.d. í útbúgvingar- og sjúkraørindum

- Fiskivinnuskipanin má endurskoðast. Uppboðssøla av fiskirættindum kann ikki brúkast

- Tryggan búskap - prístalsregulering av ríksiveitingini, størri játtan til vælferðartænastur

- Góðar karmar til felagsskapir, t.d. Kris, Provita, Herbergið og aðrar, so teir hava enn betri møguleika at virka til stórt gagn fyri tey menniskju, sum hava brúk fyri hjálp og teirra familjur