Valevni
Aftur

Jensia Højgaard Kjærbæk

Navn: Jensia Højgaard Kjærbæk

Aldur: 41 ár

Útbúgving: Sjúkrarøktarfrøðingur við serútbúgving innan intensiva sjúkrarøkt.

Starv: Sjúkrarøktarfrøðingur á G1, Bráðdepilin, Landssjúkrahúsið.

 

Eg eri gift við Leon Svenningsson Kjærbæk, saman eiga vit 3 børn. Frítíðina brúka vit saman í Frelsunarherinum ella til konsertir, hondbóltsdystir og fótbóltsdystir hjá børnunum.

Eg stilli upp til løgtingsvalið, tí eg eri ikki nøgd við kósina, sum okkara samfelag hevur tikið.

Vit liva í bestu tíðum, verður sagt, men sosiali ójavnin í okkara samfelagi hevur ongantíð verið týðiligari, haldi eg.

Eg havi eitt ynski um, at míni børn skulu hava møguleika fyri at veksa upp í okkara landi, hava frítt at fara í skúla, fáa útbúgving, fría atgongd til heilsuverk og viðgerð, um neyðugt, og hava møguleika fyri at seta føtur undir egið borð her í okkara landi. Og hetta ynski havi eg fyri øll, sum búleikast her á landi. Um tú tjenar nógv ella lítið, um tú ert einsamøll/einsamallur við barni/børnum ella ongum, ella um tú hevur ein maka og børn, so er mín vón, at tað fer at verða pláss fyri okkum øllum í vælferðarsamfelagnum, Føroyum.

Hetta meti eg, at vit kunnu tryggja okkum í ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland. Sambandsflokkurin er einasti flokkur í Føroyum, ið vil vera í ríkifelagsskapi. Tí havi eg valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin, ið er ein sosial-liberalur flokkur. Eg brenni fyri tí sosiala økinum, og tað skal ongin ivi vera um, at tað er á tí økinum, mítt fokus verður.

Vit kalla okkara eldru fyri ”eina byrðu”. Tey, sum hava bygt okkum hetta landið. Hetta vanvirðisliga heitið skal beinast burtur av politiska pallinum. Tað kann vera, at eldraøkið veksur, og at tað er ein avbjóðing at fíggja eldraøkið, men konsekvent at verða kallað ein byrða er ikki rætt.

Vit hava eitt almannaverk, ið ikki megnar at lofta øllum okkara. Serliga grelt er økið hjá teimum undir 67 ár, ið hava brúk fyri hjálp, tí tey lenda í eini grásonu millum land og kommunu, ongin vil taka ábyrgd av teimum.

Okkara heilsuverk hevur brúk fyri størri raðfesting, um vit skulu fylgja við á øllum viðgerðarøkjum. Tørvur er eisini á raðfestingum innan starvsfólkamenning í heilsuverkinum, um tey skulu kunnu veita okkara borgarum nøktandi røkt og viðgerð.

Liðugt viðgjørdir sjúklingar liggja í mánaðir á sjúkrahúsinum, tí ongi røktarheimspláss eru. Kommunalu- og landsmyndugleikarnir hava ikki vilja til at fáa viðurskiftini upp á pláss, um pening sum antin skuldi ella ikki skuldi fylgja við, tá eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar, við tí úrsliti, at okkara eldru eru gíslar í málinum.

Endurmenning til t.d. parkinsonsjúk, seinheilaskaddar sjúklingar og aðrar sjúklingabólkar er eitt øki, sum næstan ikki er til í Føroyum. Hóast hesin bólkur av føroyingum veksur, tí tann akutta viðgerðin er á høgum støði, soleiðis at fleiri og fleiri sjúklingar yvirliva skaðar og sjúkur, ið raka heilan. Seinárinini hjá summum vísa seg ofta ikki at koma fyrr enn aftaná sjúkrahúsinnleggingina, sum ger, at sjúklingur ikki er førur fyri at liva lívið upp sama máta sum áður. Einasti máti fram fyri hendan sjúklingabólkin er, at tey kunnu venja fyri at viðlíkahalda tær funktiónir, ið tey enn megna, og møguliga endurvinna aðrar funktiónir. Men nøktandi venjingartilboð finst ikki í Føroyum. Her má ein raðfesting og góður politiskur vilji til at skapa endurmenning til teirra, ið hava tað fyri neyðini aftaná at sjúkrahúsviðgerð og innlegging er liðug.

Arbeiðast má soleiðis at børn/ung/vaksin við sálarligum trupulleikum, fáa ta hjálp teimum tørva. 

Hetta eru nøkur av økjunum, sum fylla nógv hjá nógvum okkara í Føroyum, og tí liggur hetta mær nær at hjarta at arbeiða fyri at fáa politiska viljan at betra umstøður hjá veikum bólkum í okkara samfelagið.

 

Ein atkvøða til sambandsflokkin fer væl.

Velji eina sterka kvinnurødd á lista B.

Gott val

Jensia Højgaard Kjærbæk