Valevni
Aftur

Lillian Bjarnadóttir Poulsen

Eg eri 42 ár og uppvaksin við Ljósá, búsitandi í Hoyvík. Eri gift við Grímur Poulsen og saman eiga vit 5 børn. Eri útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur og starvist til dagligt hjá Gigni.
 
Mítt hjartamál er, at familjan í Føroyum skal trívast. Føroyskar kvinnur eru raskar at eiga børn, og tað er nakað, sum eg eri sera stolt av. Eg vil arbeiða fyri, at familjan fær best møguligar karmar og frælsi til at skipa síni egnu viðurskifti. Eingin skal kenna seg noyddan av fara til arbeiðis, fyrr enn man følir seg kláran til koyra barn sítt á stovn. Tískil mugu pengarnir fylgja barninum, og hjún skulu hava møguleika fyri at hava øll síni fíggjarviðurskifti saman – eisini pensjónsuppsparingina! Øll skulu hava møguleika fyri at seta búgv – eisini einlig foreldur. Og tað skal loysa seg at arbeiða – eisini hjá teimum, sum fáa fólkapensjón. Eg ynski eitt samfelag, har eingin skal kenna seg noydda at fremja fosturtøku, og tað skal verða lættari at ættleiða í Føroyum. Eg havi eisini eitt stórt hjarta fyri at fáa tølini fyri hjúnaskilnað niður, og eg eri samførd um, at tað kann lata seg gera.