Valevni
Aftur

Laura Apol


Grundleggjandi stilli eg upp, tí eg eri troytt av mátanum, vit góðtaka, hvat politikkur er.

Eg eri troytt av, hvussu skitin politikkur til tíðir kann vera, og eg ynski, at har verður arbeitt meira fyri breiðar politiskar loysnir og meira samanhald sum heild í skipanini. Eg ynski meira álit á politisku skipanina og økt trúvirði.

At enda stilli eg upp, tí eg brenni fyri nøkur øki, sum eg ikki haldi fáa nóg nógva rúmd í politiska kjakinum sum heild.

Serliga eru tað hesi økini, eg komi at leggja dent á í hesum valstríðnum:

1. Uppraðfesting av psykiatriska økinum og fokus á meira fyribyrging, umframt meira samskipan og tvørgeiraligt samstarv.

2. Umhvørvið skal og má raðfestast, eisini sjálvt um vit øll koma at fáa ilt av tí. Vit kunnu og mugu ikki blíva við at bíða eftir, at onnur gera arbeiðið fyri okkum.

3. Eitt meira litríkt og rúmligt Føroyar, har øll menniskju kunnu liva og virka óansæð bakgrund, upphav og avbjóðingar. Hetta serliga við denti á menniskju, ið bera brek og teirra familjum og børn og ung, ið veksa upp til fosturs.

Hetta eru øll evni, eg sjálv havi havt tætt inn á lívið, og tí ynski at arbeiða fyri at fáa enn meira á politisku dagskránna.

Gott val øll somul!