Valevni
Aftur

Jórun Pólsdóttir

Eg havi valt at stilla upp fyri Miðflokkin til løgtingsvalið 8. desembur, tí at eg ynski at gera mun.

Eg meti, at Miðflokkurin hevur besta og tryggasta virðisgrundarlag at byggja á, har hin einstaki og familjan kunnu trívast.

Familjan er kjarnin í samfelagnum. Trívist familjan, hevur tað góðan ringvirknað út í alt samfelagið. Trívist familjan ikki, sæst tað aftur heilt frá dagstovnum og skúlum til arbeiðsmarknað, heilsuverk og almannaverk og kostar í síðsta enda í krónum og oyrum. Tað er tungt at fóta sær sum ung familja í dag, og tí er neyðugt at lætta um fíggjarligu byrðuna, so foreldur hava tíð og orku heima og hava frælsi at skipa seg sjálvi. Hesum vil eg arbeiða fyri.

Fremsti mannarætturin er rætturin til lívið sjálvt. Um vit sum samfelag ikki verja sjálvt mannalívið, verður hugtakið ’mannarættindi’ útholað og tómt. Miðflokkurin er einasti politiski flokkur í Føroyum, ið vil tryggja øllum menniskjum rættin til lív. Hetta er ein orsøk til, at eg bjóði meg fram fyri Miðflokkin.

Vinnan skapar peningaligu virðini. Uttan eitt vælvirkandi vinnulív, eru inntøkurnar ikki til staðar at reka neyðugar sosialar skipanir og at raðfesta gransking og mentan. Tað er ongin loyna, at størsta vinnan í Føroyum í dag er alivinnan. Av samlaðu inntøkum landsins eru útivið 20% knýttar at alivinnuni. Galdandi fyri allar vinnur er, at skal vinnan blóma og geva av sær, er neyðugt at hava møguleika til at vinna pening og hava ráð til neyðugar íløgur. Tí er neyðugt at vinnulívið hevur tryggar karmar.

Komandi tíðina fari eg at gera vart við míni sjónarmið, sum eg vil virka fyri, um eg blívi vald, og hví eg haldi at Miðflokkurin er besta valið 8. desembur.