Valevni
Aftur

Sára Gullfoss

Góði veljari

Í mínum dagliga yrki sum heilsufrøðingur leggi eg stóran dent á trivnað og havi eg holla vitan innan heilsufremjan og fyribyrging av sjúku. Frá lítla nýføðinginum til tannáringin og í samstarvi við foreldur í ymiskum livikorum royni eg dagliga at gera mun.

Kenslan, at kunna gera mun og viðvirka til at betra um trivnaðin hjá børnum, ungum og barnafamiljum, er góð, men eg vil so fegin gera meir.

Tí havi eg avgjørt at bjóða meg fram sum valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið 8. desember.

Vit liva í ótryggum tíðum við kríggj í Evropa og ringari inflatión, ið ávirkar okkum øll. Vit eru tó eitt ríkt land og eiga at kunna skapa trivnað fyri øll fólk í allarbestu Føroyum, men mest av øllum eiga vit at verða ein rødd fyri tey, ið ikki megna tað sjálvi.

Í vár vísti eg við lesarabrævi á skúlagarðin í skúlanum á Trøðni, um tørvin á at fáa gjørt nakað munagott fyri at betra um umstøðurnar har. Seinni er málið reist í tingsalinum og er skúlagarðurin nú komin á fíggjarlógina.

Hetta gevur mær sanniliga mót uppá meira og komi eg tí tær komandi vikurnar at vísa á politikkin hjá Javnaðarflokkinum og serliga á tey mál, ið eg ynski at arbeiða fyri.

 

• Øll skúlabørn skulu hava atgongd til ein innbjóðandi, avbjóðandi og mennandi skúlagarð

• Barsilsfarloyvið fyri fleirtalsføðing (td. tvíburðar) skal broytast, so bæði foreldrini kunnu verða heima

• Børn, ung og vaksin, ið hava serligan tørv skulu raðfestast

• Ferð má setast á íbúðarbygging - socialar og vardar íbúðir skulu byggjast

• Útbúgvingarskipanin má endurskoðast fyri m.a at lofta okkara kæru tilflytarum

• Arbeiðsvikan skal styttast - eisini fyri børnini

• Avgjøldini uppá mest vanligu gerandisvørurnar mugu avtakast

• Familjudepilin skal endurreisast.

• Og umhvørvið skal sjálvandi raðfestast.

 

Eitt sindur um meg:

Eg eri uppvaksin á Argjum, eri 42 ár og gift við Sveini Gullfoss. Vit hava búsett okkum á Velbastað og eiga 3 børn. Í løtuni arbeiði eg sum skúlaheilsufrøðingur í skúlanum á Trøðni og í skúlanum á Fløtum umframt at arbeiða sum smábarnaheilsufrøðingur í Nólsoy og í Havn.

Um tú heldur at eg havi víst á týdningarmikil mál og er samd við mær, so er at seta krossin við meg tann 8. desember.

Vel Javnaðarflokkin, vel eina ágrýtna og samstarvssinnaða kvinnu