Valevni
Aftur

Malan á Dunga


Vælferð og búskapur ganga hond í hond

Búskaparvøksturin skal vera burðardyggur og grundaður á skilagóða fíggjarstýring í almenna geiranum, burðardyggan fiskiskap og eitt sterkt vinnulív við tryggum kørmum.

Fyri at fíggja vælferðarsamfelagið er tørvur á einum sterkum búskapi. Tað leggur lunnar undir vælvirkandi vælferðarskipanum, ið aftur styrkja um vælferðarsamfelagið.

Fíggingin á fíggjarlógini skal gerast á ein skilagóðan og rættvísan hátt, har øll eru við at bera byrðarnar eftir førimuni - har breiðastu herðarnar bera størstu byrðuna.

Almenni, privati og sjálvbodni geirin skulu eggjast til samstarv og soleiðis skapa bestu karmar fyri menning og gagnnýtslu av tilfeingi okkara á landi og sjógvi.

Fyri at røkka úrslitunum eiga vit, umframt at eggja til samstarv, at leita eftir innovativum loysnum. Tá ið politikarar, granskarar, vinnulív, starvsfólk, brúkarar og borgarar setast saman at finna felags loysnir skapa vit nýmenning og nýhugsan.

 

Hjartamál:

  • Ábyrgdarfullur og skilagóður fíggjarpolitikkur
  • Burðardygt orkuskifti og ein sterk og skapandi vinna.
  • Javna, persónligt frælsi og rúmligheit

 

Malan er uppvaksin í Havn. Hon er búskaparfrøðingur og hevur eina útbúgving í leiðslu. Hon starvast sum skrivstovuleiðari og politiskur ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi. Malan og unnustan hava ein 3 ára gamlan son saman og tann næsti er á veg.