Valevni
Aftur

Helga Bára Mohr Vang

Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 8.desember, tí eg ynski at arbeiða fyri, at Føroyar flyta seg longri ímóti einum jøvnum og rúmligum samfelagi.

Eg brenni fyri javnstøðu, ikki bara millum kynini, men millum allar bólkarnar, sum liva í okkara samfelagi og trúgvi, at javnstøða er ein av fortreytunum fyri sunnum og burðadyggum samfelagi, har menniskju trívast og hava tað gott.

Eg vil serliga arbeiða fyri:

  • Burðadyggari og ábyrgdafullari umsiting av okkara nátturutilfeingi
  • Rúmligari barnsburðafarloyvisskipan - sum tekur støðu í føroyskum veruleika.
  • Lønarlyft til umsorganarøkið
  • At styrkja fólkaskúlan við m.a. at virka fyri meiri beinleiðis lærartíð, innføring av tvílæraraskipan og menning av skipanum og undirvísingatilfari til orðblind í fólkaskúlanum

Eg eri útbúgvin lívføðingur, havi starvast á Havstovuni síðani 2014 og eri í løtuni í ferð við at taka víðari útbúgving innan fyri heilsuvísindi á Fróðskapasetri Føroyar.