Valevni
Aftur

Harriet Jørginsdóttir

Eri fegin um at kunngera, at eg eri valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 8. desember.

Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og pyskoterapeutur. Havi starvast í sjúkrahúsverkinum, á eldraøkinum, hjá kommunulæknum, sum privatpraktiserandi psykoterapeutur og familjuráðgevi.

Ein av høvðusorsøkunum til, at eg stilli upp, er, at tað er neyðugt, at fleiri kvinnur koma á ting. Verði eg vald, fari eg at vera ein rødd umboðandi mítt kyn, míni virðir og mítt arbeiðsøki.
Føroyar er eitt gott land at búgva í. Tó eru viðurskifti, ið kunnu gerast betri. Serliga hugsi eg um vaksandi ójavnan millum rík og fátøk.

Eitt av mínum hjartamálum er, at allir borgarar skulu hava atgongd til ein góðan og tryggan bústað, sum hóskar til tørv-, lívs- og fíggjarstøðu.

Eg trúgvi uppá eitt samfelag, ið byggir á grundvirðini frælsi, javnrættindi og samhaldsfesti.