Valevni
Aftur

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard


Eitt samfelag – er alt tað, sum vit velja at gera saman – í felag

Dagstovnar, skúlar, heilsuverk, almannaverk, eldraøkið, undirstøðukervi, náttúruvernd, gransking, mentan, ítróttarkarmar, tilfeingisbýti, bústaðarmarknaður – hetta hava vit bygt upp – í felag.

Vinnan og okkara vælferðarsamfelag eru samantvinnað, og vit arbeiða fyri, at hesi skulu vera í samværi, sum gagnar báðum.

Tað kann mangan tykjast sjálvsagt, at vit hava atgongd til vælferðarveitingar. Men vit kunnu hyggja rundanum okkum ella aftur í tíð og staðfesta, at vit hava megnað at bygt upp eitt serstakt samfelag – vit eru ein serstøk tjóð. Við hørðum og skilvísum arbeiði hava vit laðað tjóðini eitt vælferðarsamfelag í heimsflokki, tó at nógv er eftir at gera.

Vælferðartænastur eru tað, sum vit øll hava tørv á. Vit vilja, at tey sum starvast á hesum øki hava høgt yrkisføri og uppiborna løn.

Bygnaðarjavnvágir kunnu byggjast upp gjøgnum samfelagsavgerðir, so sum hvussu vit býta náttúrutilfeingið, sum í sínum uppruna treytaleyst er í ogn hjá okkum øllum – føroyingum. Samfelagsavgerðir um hvussu vit verja okkara náttúru, hvussu vit skipa okkara bústaðarmarknað. Og heilt ítøkiliga hjá tí einstaka – “fái eg eina løn, sum ger at eg kann liva virðiligt og sjálvstøðugt?” 


Okkara mentan er okkara sjálvsmynd
 

Hava vit ikki móðurmálið og føroyska mentan, so eru føroyingar ikki til. Mentan mennist alla tíðina – gjøgnum tónleik, list, filmar, sosialar miðlar, bókmentir – vit vilja varðveita og menna, soleiðis, at hetta skal spretta úr okkara egna uppruna við íblástri uttaneftir.

 

Ítrótturin er eisini partur av okkara sjálvsmynd 

Vit heiðra teimum, sum megna tað serstaka uttanfyri landoddarnar, men vit heiðra eisini allari teirri sjálvbodnu arbeiðsmegini, sum gevur lívsgleði til felagskapin, og gevur børnum og ungum gott í beini.Umráðandi er, at ítrótturin fær altjóða viðurkenning í øllum greinum, at Føroyar eisini í hesum høpinum røkka eini støðu sum javnbjóðis tjóð millum tjóðir.

 

Gransking sigur okkum hvar vit eru, og hvagar vit skulu fara

Við gransking vita vit, um okkara veiða er burðardygg og um okkara samfelagsbygnaður røkkur sínum máli. Við nýmenning í vinnuni kunnu vit gagnnýta okkara tilfeingi enn betur og skapa ein spennandi arbeiðsmarknað.

 

Um meg 

Míni virðir eru javnstøða og sjálvavgerðarrættur. Javnstøða er ikki bert millum kyn, men sum heild í samfelagnum. Sjálvavgerðarrættur er okkara rættur til at liva tað lív, sum vit vilja og at byggja tað samfelagið, sum gagnar okkum.

Eg eri uppvaksin í Saltangará. Foreldur míni vóru Jens Marius Dalsgaard og Sveiney Sverrisdóttir. Aftaná lokna útbúgving havi eg aftur sett búgv í heimbygdini, og her trívast vit væl; maki mín Oddmar Dam og okkara trý børn Tórur, Sandra og Bryndis.  

Eg havi verið virkin í fimleikarfelagnum Støkk og hjá Skótunumvið Løkin. Nú eri eg í skúlastýrinum fyri Runavíkar kommunuskúla, umboðsráðnum fyri Lív, í nevndini fyriKongshavnar Kvinnufelag og í nevndini fyri grunnin, sum varðar av Kvinnuhúsinum.

Eg eri útbúgvin byggiverkfrøðingur og havi yvirbygning í KT. Eg havi arbeitt innan KT og byggiverkfrøði í privata og kommunala geiranum. Í løtuni arbeiði eg sum verkætlanarleiðari fyri talgilding innan eldraøkið.

Fremsta uppgávan hjá mær, um eg verði vald á ting, er at flyta okkum longur fram á tjóðskaparleið og at arbeiða áhaldandi fyri at menna vælferðarsamfelagið – samfelagið, sum vit lyfta í felag og fáa gagn av – í felag.

​​

Mín yrkisleið

2019 – verkætlanarleiðari hjá Kommunufelagnum fyri verkætlanini THS – Talgild heilsuskipan - til eldraøkið. Eitt serstakligahugvekjandi samstarv millum átta eldraøkini og Sjúkrahúsverkið. Hetta starv hevur givið mær innlit í tað stóra dygdargóða tvørfakliga samstarvið, sum verður framt fyri hvønn einstaka borgara.

2012-2019 – Runavíkar kommuna, teknisku deild. Hetta starv fevndi um nógvar spennandi uppgávur innan projektering, eftirlit, samskipan og verkætlanarleiðslu - innan økini vatnveiting, spillivatn, rottutýning, GIS skipanir, vegagerð, útstykkingar, ferðslutrygd, og hartil var eg trygdarleiðari – HTU - fyri 190 starvsfólkum

Í starvinum hjá Runavíkar kommunu fekk eg eisini høvi at luttaka í norðurlendskum samstørvum, um vatnveiting, ferðslutrygd og íNordic Built Cities, har Runavíkar kommuna vann triðja pláss við uppskotinum “Eyes of Runavík - How to build innovative and sustainable family homes on a steep terrain”.

2008-2012 – Verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá Aluplast – mennandi, stuttlig og avbjóðandi tíð í byggivinnu í lágkonjunktur. Vóru veitari til stórar byggiverkætlanir, sum Skúlin við Løgmannabreyt og Heimasta horn.

2004-2008 – Verkætlanarleiðari hjá Elektron innan system- og menningarverkætlanir.

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Tlf: 270115

T-post: sigrid.dalsgaard@gmail.com