Valevni
Aftur

Rósa Tyril Gaardlykke

Eg stilli upp til lögtingsvalið á listanum hjá miðflokkinum. Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki og havi nú í nökur ár verið virkin í miðflokkinum m.a. sum nevndarlimur. Eg valdi miðflokkin, tí tað er einasti flokkur, sum stendur saman um at verja tann mest grundleggjandi mannarættin - rættin til lívið sjálvt.

Eg trúgvi, at tað er sunt fyri menniskju at hava frælsi at skipa sítt egna lív, sum teimum tykir best - tí ynski eg, at landið blandar seg sum minst upp í gerandisdagin hjá borgarunum og ikki skattar inntökur teirra meira enn hægst neyðugt.

Eg ætli ítökiliga m.a. at virka fyri:

  • Einari smidligari barsilsskipan, har tað m.a. ber til at brúka part av barsilsvikunum til at arbeiða niðursett fyrstu árini hjá barninum.
  • At ansingarpengarnir fylgja barninum.
  • At pensjónistar kunnu arbeiða meira uttan at missa av fólkapensjónini.
  • Fíggjarligum skynsemi í fíggjarlóg og almennum tænastum.
  • At almennar tænastur arbeiða betur saman tvörtur um geirar.
  • Einari sterkari og burðardyggari fiskivinnu.
  • At menna eitt viðgerðartilboð til tey, sum bæði eru sálarliga sjúk og hava eina rúsevnismisnýtslu.
  • Nýskipan av barnaverndartænastuni og fosturforeldraskipanini soleiðis at útsett börn og teirra familjur vera loftað so væl sum gjörligt.