Valevni
Aftur

Jensina Olsen

At bjóða meg fram sum valevni, var ein stór avgerð. Bivandi stóð eg og setti orð á, hvat eg vil og brenni fyri. Ein niðurstøða hjá mær: Um eg ikki eri hamrandi nervøs, so skal eg droppa tað, ið eg havi gongd í. Nú!
Og eg var so bebbarædd! Tað merkir, at tað merkir nakað So vítt, so gott.
Eri sera fegin um, at eg tók stigið og at standa á lista E, sum valevni fyri Tjóðveldi til Løgtingsvalið 2022.
Tey hjartamál, eg leggi út við, eru somu hjartamál, ið eg havi arbeitt við alt lívið.
Tá tað er sagt, veit eg væl, at alt hongur saman, og at vit hava tørv á allari palettini, ið vit kalla politikk. So lat okkum fáa gongd í frú Olsen her!