Valevni
Aftur

Mona Breckmann Wescott

Eg havi ikki verið í politikki fyrr. Tí fyrst nøkur orð um meg og míni samfelagsligu sjónarmið.
 
Eri fødd í 1991, altso 31 ára gomul. Gift við einum amerikanara, sum valdi Føroyar fram um sítt heimland og arbeiðir í Miðeystri. Eiga eina 1 ára gamla dóttur, og næsta dóttirin væntast um 2 mánaðir.
 
Keyptu hús í Vestmanna, tí í høvuðstaðnum er alt ov dýrt at seta føtur undir egið borð.
Sjálvstøðug vinnurekandi síðan 21 ára aldur.
 
Míni hægru lívsmál er at ráðgeva og stuðla fólki í øllum aldrum til eitt ríkari, heilsugott lív til likams og sálar.
Eg eri høgt elskað dóttir, eigi 5 systkin og eri familjufólk um ein háls.
 
Eg havi verið trúgvandi kristin síðan smágenta, og maður mín eisini. Vaks upp í einum frísinnaðum, kristnum heimi við fantastiskum foreldrum.
 
Eingin má nú billa sær inn, at eg kalli meg feminist. Í staðin fyri at vilja kúga menn, fari eg heilt natúrliga at stríðast fyri fullum javnrætti millum kvinnu og mann, báðar vegir í semju á jøvnum føti, ikki bert annað
 
Snøgt sagt. Her er ein kvinna, ið elskar sítt móðurland, okkara Gud og mína familju.
 
Elski okkara forfedrar, ið til henda dag hava bygt okkara oyggjaland, sum er okkara urtagarður at liva í og røkja.
Bara í míni tíð síðan kreppuna er fólkatalið í Føroyum økt við 12.000 fólkum, úr 43.000 upp í 55.000, t.e. heili 20%, eisini eindømi í Vesturheimi.
 
Føroyar eiga Vesturheimsins raskasku kvinnur, 2,5 børn pr. mammu, 50% fleiri enn øll okkara grannalond og dupult so nógv sum tey í Suðurevropa.
 
Tað kundi væl bent á ein góðan skatta-, sosial- og familjupolitikk farnu 25 árini.
Persónligt frælsi (sum ikki skaðar onnur), vinnufrælsi, privatur ognarrættur (eisini til egnan bústað) og lágt skattatrýst eru millum míni skjaldrarmerki.
 
Frítt fyritaksemi er alt avgerandi fyri eitt framkomið vælferðarsamfelag.
 
Góðu veljarar, verjið Havnina, okkara móðurland og veljið eina borgarliga unga tjóðskaparhugaða kvinnu inn á okkara aldargamla Løgting.
 
Gud signi mítt føðiland Føroyar og alt okkara fólk, ið búleikast her.