Valevni
Aftur

Harriet Høgnesen

Harriet er fødd i 1975 og er uppvaksin á Argjum

Harriet bleiv útbúgvin hárfríðkannarkvinna í 2002. Hevur umframt skeiðir í søluspsykologi rikið heilsøluvirksemi síðani 2010 saman við Hárfríðkannarstovuni.

Hon er júst útbúgvin heilsuhjálpari á Heilsuskúla Føroya.

Hon stillar upp, tí hon so gjarna vil gera mun - helst vil eg síggja, at eldraøkið blívur eitt stað, har bæði starvsfólk og búfólk trívast.

”Eg veit, at vit kunnu fáa útbúgvingina á Heilsuskúlanum attraktiva, eisini til yngri fólk.
Vit verða noydd at umstrukturera útbúgvingina, so mann fær løn undir útbúgving”, sigur Harriet Høgnesen.

Hennara hjartamál eru m.a. eldraøkið.

Harriet sigur, at tað er týdningarmikið at varðveita og menna Heilsuskúlan í Suðri og útbúgvingina har. Eisini er tað týdningarmikið at fáa tað at bera til, at skúlin er har Suðri.

Hon heldur, at útbúgvingin eigur at skipast soleiðis, at henda eisini er tiltrekkjandi fyri ung at søkja á Heilsuskúlan - hetta treytar m.a., at løn verður latin undir lestrinum í 15 mánaðir, eins og gjørt verður í Danmark. Síðan eigur at vera roynt at halda starvsfólkunum til á arbeiðsplássunum við víðariútbúgving, skeiðum o.a.