Valevni
Aftur

Bergun Kass

Bergun Kass er fødd í 1959 og uppvaksin á Strondum, býr nú í Hoyvík.
Hon hevur royndir úr býráðspolitikki, fíggjarheiminum, nevndararbeiði, almennari fyrisiting og stovnum. Hevur útbúgving á figgjarøkinum og innan bleytaru økini.
”Eg stilli upp, tí eg havi eina breiða vitan, eldhuga og royndir úr ymsum samfelagsligum viðurskiftum”, sigur Bergun Kass.
Hon sigur eisini, at almennar skipanir eru til fyri fólkið og ikki øvut.
Hon heldur, at Løgtingið eigur at ganga á odda, soleiðis at eldraøkið í øllum landinum verður tíðarhóskandi, dagført og langtíðartryggjað - hetta eigur Løgtingið at taka upp við kommunurnar.
Hon vil arbeiða fyri, at almennar skipanir - sum skulu tæna fólkinum - virka væl, eru einfaldar, lætt atkomuligar og soleiðis sum fólkið vil hava tær.
Hon fer framhaldandi at vísa á bústaðarviðurskifti, og hvussu almenn og privat finna loysnir, bæði hvør í sær og saman.