Valevni
Aftur

Annika Ró Samuelsen

Eitt, ið eg minnist sera væl, er, tá eg slapp at atkvøða til løgtingsval fyri fyrstu ferð.
Eg visti ikki heilt, hvar eg lá á tí politiska vøllinum. Øll høvdu meiningar, ið eg var samd í, og enn fleiri høvdu meiningar, ið eg var ósamd í.
Tað var ikki, fyrr enn eg sá tær appilsingulu plakatirnar, at eg føldi meg til reiðar at útinna mína skyldu og brúka mín kross at gera Føroyar frælsar.
Framsókn arbeiðir fyri einari frælsari tjóð. Eini tjóð, har øll menniskju ráða yvir sær sjálvum, sínum egna lívi og sínum egna heimi. Framsóknarfólk trúgva, at rætturin hjá tí einstaka at byggja sítt egna lív er ein umráðandi treyt fyri einari frælsari og blómandi tjóð.
Føroyar standa framman fyri einum sera umráðandi og søguligum vali. So um tú vilt einar frælsar Føroyar, so er at seta X við lista F.