Valevni
Aftur

Annika Olsen

Mítt fremsta hjartamál hevur altíð verið at ment tað føroyska samfelagið á øllum økjum. Tað hevur týdning fyri meg, at Føroyar eru virknar á altjóða pallinum,  og at vit taka upp kappingina við okkara grannar.

Vit skulu menna okkum alt frá tí vinnuliga, til tað mentanarliga, til tað útbúgvingarliga og ítróttarliga. Hetta merkir,  at vit skulu seta høg krøv til okkum sjálv og seta høgan altjóða standard. Tað er umráðandi, at okkara vinnulív er kappingarført, at vit skapa so góðar treytir sum gjørligt fyri vinnuna. Hon er grundarlagið undir øllum framburði. Vit skulu hava eina burðardygga ferðavinnu, sum bæði skal vera figgjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardygg.

Vit skulu hava eitt Fróðskaparsetur við enn fleiri útbúgvingum, og sum er altjóða góðkent.

Vit skulu menna okkum á ítróttarøkinum, soleiðis at altjóða kappingar kunnu haldast her heima, eins og hetta birtir undir hugin hjá enn fleiri at íðka ítrótt.

Fleiri og fleiri velja Føroyar, og tí er tað okkara fremsta skylda, at tryggja møguleikan hjá fólki at búseta seg í Føroyum. Fólkavøksturin er lykilin til búskaparvøkstur.

Føroyar eru heimsins vakrasta land, men skulu vit varðveita hetta landið óspilt og reint, er tað av stórsta  týdningi, at vit seta umhvørvis og veðurlagspolitikkin ovast á dagskránna.

Annika Olsen, borgarstjóri