Valevni
Aftur

Magna Eliana Mørkøre

Magna Eliana Mørkøre av Eiði stillar upp til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin.

Valstríðið hjá Magnu fer serliga at vera merkt av, at vælferð og trivnaður er tað, hon brennir fyri fyrst og fremst. Frammarliga millum hjartamálini er ynskið um at stytta arbeiðsvikuna fyri allar føroyingar niður á 37 tímar.

- Tað kann ljóða heldur paradoksalt at stytta arbeiðsvikuna, tá øktur tørvur er á starvsfólki. Til hetta vísa eitt ótal av kanningum, at stytt arbeiðsvika minkar um sjúku og økir trivnaðin hjá arbeiðaranum - harav stendst betri tænasta, sigur Magna Eliana Mørkøre, sum eisini hevur sum hjartamál at fáa fleiri starvsfólk í umsorganarstørv og at betra um tænastur á vælferðarøkinum.

Tí, sum Magna so væl sigur:
- Fyri at samfelagshjólini skulu koyra, má vælferðarøkið virka á allar besta hátt. Hetta gongur hond í hond.

Magna Eliana Mørkøre er 36 ára gomul, ættað av og búsitandi á Eiði. Magna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og er eisini virkin í skúlaarbeiði. Millum annað er hon forkvinna í skúlastýrinum í Eiðis Skúla og nevndarlimur í felagnum Heim og skúli.