Valevni
Aftur

Birita Matras Petersen

Vit kunnu ikki lata einstakar føroyingar ríka seg við firðum og fiskum okkara, og lata aðrar føroyingar liva ein gerandisdag í fíggjarligum ótryggleika. Tað heldur Birita Matras Petersen.

- Orsøkin til, at eg stilli upp, er einføld. Gjógvin millum rík og fátæk er ov stór. Prísirnir á matvørum, brennievni og øðrum gerandisvørum eru alt ov høgir í mun til lág- og miðalinntøkuna. Fleiri hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Tá havið verður alsamt meira troytt, og fleiri firðir gerast aliloyvir, er spurningurin, um hetta kemur fólki flest til góðar? Sjálvandi skulu vit gagnnýta tilfeingið rundan um okkum, men fyrst og fremst skal tað gerast fyri at byggja eitt vælferðarsamfelag fyri øll, sigur Birita.

Birita Matras Petersen er 26 ára gomul, ættað úr og búsitandi í Klaksvík. Birita er lesandi og ætlar fyrst og fremst at virka fyri tey lesandi í Føroyum.

- Støðan hjá tí einstaka skal ikki vera ein forðing fyri at nema sær útbúgving. Eg fari at arbeiða fyri, at øll fáa atgongd til útbúgving, uttan mun til fíggjarstøðu, sosiala bakgrund, heilsustøðu og brek.

- Á leið helmingurin av føroyingum eru kvinnur, og sjálvsagt hevur tað stóran týdning, at teirra áhugamál eisini verða umboðað á tingi. Eftir mínum tykki hevur tað stóran týdning fyri okkara fólkaræði, at umstøðurnar hjá kvinnum og javnstøða millum kynini verður tikið upp. Eg fari at virka fyri javnstøðu.


MÍNI HJARTAMÁL ERU:

  • Batar til lág- og miðallønt
  • Betri umstøður til fólk undir útbúgving
  • Bústaðarmøguleikar til øll