Valevni
Aftur

Birna Heinesen

Eg stilli upp til løgtingsvalið 8. desembur 2022. Tað geri eg, tí at eg haldi, at vit sum samfelag mugu tryggja okkara vælferð, okkara útbúgvingarskipan og okkara børn og ungu. Vit liva í ótryggum tíðum, og tí er týdningarmikið at vit tryggja, at okkara vælferðarskipan og útbúgvingarskipan verða varðveittar og dagførdar.

Eg vil serliga arbeiða fyri at tryggja og raðfesta at:

  • barnafamiljur, lesandi, eldri og láglønt fáa bústaðir, ið hóska til teirra tørv
  • bíðilistin til psykiatriina skal burtur
  • útbúgvingarskipanin má endurskoðast
  • listafólk mugu fáa betri karmar
  • øll skulu hava javnbjóðis atgongd til grundleggjandi vælferðartænastur so sum ansing og ein fastan kommunulækna
  • fakfeløgini verða vird og hoyrd, tá broytingar verða gjørdar á teirra øki