Valevni
Aftur

Ásla Leila B. Johansen

Ígjøgnum mítt starv, og nú somuleiðis ígjøgnum tær royndirnar, ið eg havi fingið í kommunalpolitikki, eri eg vorðin meira varug við viðurskifti í okkara samfelag, ið, eg meti, mugu broytast. Og tað serliga á barnaøkinum!
Eg brenni fyri at arbeiða við sosialpolitikki og fáa eina ávirkan á, hvussu vit føra hann. Umframt tað havi eg sjálvsagt eisini onnur áhugamál – og sum eg havi lært gjøgnum kommunalpolitik, so leggjast fleiri áhugamál afturat, tess meira mann setur seg inn í politiskt arbeiði. Politikkur er einans ein enn størri pallur at arbeiða við sínum áhugamálum á.
Míni politisku hjartamál eru ma. hesi:
- Barna og ungdómsøkið skal hava nógv hægri raðfesting
- Barnamálaráð eigur at verða sett á stovn í Føroyum
- Almennar skipanir, sum longu finnast, skulu virka enn betur, nógv betur
- Dagstovnar, frítíðarskúlar, fólkaskúlar og miðnámskúlar skulu endurskoðast, og markaforðingar skulu fjernast.
- Barnaverndarstovan skal endurskoðast, og fosturforeldraskipanin skal hava hægri raðfesting
- Barnaheimið hevur tørv á at verða endurskoða
- Skipast skal fyri vaksnamannalæru
- Fleiri yrkisútbúgvingar skulu setast á stovn í Føroyum
- 10. flokkur skal hava møguleika fyri at vera partur av eini yrkisútbúgving
- Láglønt skulu hava eitt lønarlyft
- Bústaðir skal aftur gerast til eitt non-profit felag, og vit skulu hava fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, so øll kunnu fáa tak yvir høvdið
- Betri karmar fyri ferðavinnu í Føroyum
- Stuðla meira undir inklusjónini av tilflytarum, tí vit bjóða ikki nóg góða atgongd til málskeið og undirvísingartilfar
- Arbeiðsvikan skal styttast
- Gransking eigur at fáa betri karmar, og vit eiga at gagnnýta gransking enn betur í Føroyum, ma. innan fiskivinnu og alivinnu
- Náttúruverndarlóg