Valevni
Aftur

Kristianna Winther Poulsen

So skulu vit aftur í gongd, og eg bjóði meg fram sum valevni til løgtingsvalið.

Javnaðarflokkurin vil syrgja fyri tryggleika og trivnaði í gerandisdegnum fyri stór og smá, fyri yngri og eldri.

Tak yvir høvdið skal ikki vera ein handilsvøra, og bústaðarmynstrið skal gerast nógv fjølbroyttari, enn tað er í dag.

Vit skulu koma ovurstóra starvsfólkatrotinum til lívs, og ein styttri arbeiðsvika er partur av loysnini.
Veðurlagskreppan skal takast í álvara, og grøna orkuskiftið skal vera sosialt rættvíst.

Grundleggjandi vælferðartænastur skinkla, og vit mugu syrgja fyri at venda gongdini, ongantíð ov skjótt.

Komandi vikurnar fari eg at greiða frá teimum málum, sum eg fari at arbeiða við, og eg hopi, at tú tímir at fylgja við.

Eftir 3 árum við eini kárráðari høgrasamgongu er nógv arbeiði at gera, og eg eri klár.