Valevni
Aftur

Turið Horn

Eg velji at stilla upp, tí eg havi sæð og viðurkent, at nógv er at gera í okkara ríka samfelag.

Starvsfólk, sum arbeiða við menniskjum, eru eitt av mínum hjartamálum.

Fyri meg er sera týdningarmikið, at arbeiðskor og løn vísa vegin.

Børn er ein stór resursa fyri okkara samfelag og ein investering í góðan, tryggan og mennandi barndóm gevur seg aftur seinni í lívinum hjá tí einstaka og somuleiðis i okkara samfelag.

 

Bústaðir til øll!!

Tað kann ikki passa, at vit ikki klára sum samfelag at geva øllum møguleika at seta føtur undir egið borð i okkara samfelag.

Vit eru eitt lítið og sera ríkt land og hava ONGA umbering fyri, at hetta ikki ber til .

Eg vil arbeiða við hesum møguleika, td. við at land og kommunur saman loysa uppgávuna.

Td. við at kommunur kunnu byggja eldraíbúðir og lutaíbúðir, bara eitt dømi.

 

Barnaheim/kvinnuhús og stovnar undir Almannaverkinum mugu styrkjast munandi.

 

Fyrst av øllum haldi eg, at vit eiga sum skjótast at fáa sett i gongd bygging av barnaheiminum. Her finna vit ein sera sárbaran bólk av ungum borgarum, sum eru í stórari kreppu og eru tikin heimanífrá.

Vit eiga sum samfelag at geva bæði børnum og starvsfólkum á hesum økinum bestu hugsandi karmar.

Heldur enn at stríðast um, HVAR barnaheimi skal staðsetast!!

Fyri meg er frælsi ein hornasteinur. Bæði tað persónliga frælsið og sum tjóð. Vit eiga at menna føroyskar loysnir og ganga frælsisleiðina.

Tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi.