Valevni
Aftur

Katrin Kallsberg

Eg eri 52 ára gomul og havi tvey børn, Sólja 16 ár og Brandur 14 ár. Eg búgvi í Havn og eri  útbúgvin serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Eg stillaði upp á fyrsta sinni til løgtingsvalið í 2015, tí eg helt tørv vera á broyting í samfelagnum. Eg var so heppin at vera vald inn og havi sitið sum forkvinna í trivnaðarnevndini og limur í mentanarnevndini. Her havi eg havt ríkan møguleika at arbeiða við fleiri av mínum hjartamálum.

Hóast nógv er framt, so sum - etiskt ráð stovnsett - persóns-, familju- og arvarætturin er komin á føroyskar hendur - broytingin í hjúnarbandslógini - menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið - HPV-koppseting til dreingir - lógin um skipan av virkseminum á viðgerðarstovnum - forbetringr gjørdar í leigulógini - betringar í lestarstuðilinum - og eg kundi hildið fram, so er enn nógv eftir at stríðast fyri ... Og tí bjóði eg meg fram enn eina ferð.

 

Heilsuverkið:

Eg havi starvast sum lækni í út við fjórðings øld, so sjálvandi havi eg sera stóran áhuga og gott innlit í heilsuverkið. Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið er eitt stórt stig á røttu leið, men har er enn nógv eftir at gera. Eg ynski, um eg fái møguleikan eftir valið, at vera við at tryggja at serliga tilgongdin við 'viðgerðartrygd' ella 'útgreiningartrygd' verður skipað á ein skynsaman hátt. At røkka hesum krevst miðvíst arbeiði, bæði at fáa fleiri heilsustarvsfólk, men eisini at tryggja, at hesi verða verandi í starvi her, samstundis sum tey halda sínar førleikar við líka. Eisini eru tøk at taka innan kommunulæknaskipanina, sum jú ávísir teir sjúklingar , sum hava tørv á at verða vístir til kanningar.

 

Ójavnin í samfelagnum:

Eitt annað stórt hjartamál hjá mær, sum eisini var ein av orsøkunum til, at eg stillaði upp, er, at eg ynski, at onki barn skal liva í fátækt í Føroyum. Hóast batar eru framdir á økinum, er enn langt á mál. Orsøkirnar eru fleiri, men avbjóðingarnar at skaffa bústað eru ein stór orsøk. Løgtingið hevur samtykt familjuískoytið, og er hetta í fleiri umførum betrað, men enn eru børn, sum liva í fátækraváða. Vit mugu basa hesum. Eg haldi harumframt, at vit eiga at áseta eitt føroyskt fátækramark, gjarna eftir búskettháttinum, og fái eg møguleikan, vil eg arbeiða fyri hesum.

Eitt annað stórmál er pensjónsnýskipanin, ið lættir um hjá pensjónistum við lítið av aðrari inntøku. Harumframt hava lønarlíknandi veitingar fingið pensjónsgjald lagt omaná. Enn eru fyritíðarpensjónistar ikki umfataðir av hesum, men tað vil eg stríðast fyri at fáa í rættlag.

 

Javnstøða:

Hóast betringar á barsilsfarloyvisøkinum haldi eg, vit eiga at longja farloyvistíðina enn meiri. Og sjálvandi eigur ein stórur partur av farloyvistíðini at vera markað til hvørt foreldrið. Mær dámar væl íslendsku loysnina við einum triðingi til hvørt foreldur, og einum triðingi at býta ímillum sín. Soleiðis ber til at geva frælsi til bæði foreldur at velja barsilsfarloyvi til, um tey ynskja tað. Hetta er ein sak, eg áhaldandi stríðist fyri.

 

Mentan:

Mítt ynski er, at øll børn í Føroyum fáa møguleikan at læra at spæla eitt ljóðføri. At duga at spæla eitt ljóðføri og lesa nótar er at samanlíkna við at duga at tosa og lesa eitt mál, sum allur heimurin skilur. Vit hava dugnaligar tónleikarar og lærarar í Føroyum, so hetta er ikki ein ómøguligur dreymur. Eg vil áhaldandi virka fyri at menna musikkskúlaskipanina og symfoniorkestrið.

Eg meti, vit eiga at innføra eina minstulønarskipan ( pensjónsgevandi) til yrkislistafólk.

 

Arbeiðslív:

Tað eigur, sum útgangsstøði, at vera møguligt at hava eitt arbeiði fulla tíð. Men tað er ein sannroynd, at serliga 'vakt-tung' størv kunnu vera trupul at fáa at hanga saman við familjulívi, um so er, at kvinnan (tí hetta eru ofta kvinnur) starvast fulla tíð. Eg meti, vit eiga at hyggja til Noregs, hvussu tey hava skipað seg her. Sjálvandi eiga fakfeløgini at vera við í hesum, og útgangsstøðið má vera, at eitt lægri vikutímatal ikki viðførur lønarmiss.

 

Hetta eru nøkur av hjartamálunum, eg vóni at fáa møguleika at arbeiða víðari við. Gott val