Valevni
Aftur

Beinta Klakstein

Eg eiti Beinta Klakstein, eri 40 ár og búgvi í Klaksvík. Eg eri gift við Rana Baldursson, og eiga vit 3 børn, Døgg 3 ár, Bragi 6 ár og Hóri 10 ár.

Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og starvist sum leiðari í Snjallubjallu. Eisini siti eg í Klaksvíkar Býráð á 3. ári, har eg eri forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung og Eldri og Bústaðir.

Eisini siti eg í Mentanarnevndini og í Teknisku nevnd

 

- Eg ynski at bjóða meg fram til hetta løgtingsvalið, tí eg meti, at tað eru nøkur mál, sum ikki fáa pláss í hesum valstríðnum, men sum, eg haldi, eiga at fáa hægstu raðfesting.

 

-Hóast peningur fossar inn í Landskassan, so mangla enn heitar hendur, og vit tosa enn um, hvussu gott alt skal verða, men tað gongur ov seint

 

- Eg ynski at vera ein rødd hjá teimum samfelagsbólkunum, ið eru ringast fyri.

 

- Eg haldi ikki, at vælferðin í okkara landi skal síggjast út frá asfalti og betongi, hóast tað eisini hevur týdning, men vælferðin skal fyrst og fremst síggjast útfrá, hvussu teir samfelagsbólkar, sum eru ringast fyri, og sum ikki hava eina rødd, hava tað.

 

- Eg ynski at tosa um umstøðurnar hjá teimum, ið av ymiskum orsøkum eru noydd til at vera í tilboðnum, tey ikki hava biðið um. Eg hugsi um tey, sum bera brek, børnum, sálarsjúkum og eldri. Hvussu er innihaldið í teirra gerandisdegi, og hvussu eru umstøðurnar og normeringar úti á hesum tilboðum! Tað verður alt ov lítið tosað um hesu viðurskifti.

 

- Eitt er normering, annað tørvur. Menniskju, sum av einari ella aðrari orsøk hava tørv á hjálp og stuðuli, skulu hava ein minimumstørv dekkaðan, sum eg als ikki haldi verður gjørt í dag.

 

- Eg vil arbeiða fyri at fáa fyrningarfreistina fyri kynsligan ágang á børn burtur. Saman við mínum floksfelaga, Hervør Lútzen, er hetta eitt evni, sum, eg ynski, skal takast upp á tingi.

 

- Eg taki fult undir við, at vit skulu gerast ein grønari tjóð og haldi, vit øll kunnu gera mun. Sum land mugu vit gera tað soleiðis, at vit betra um møguleikarnar at skilja burturkast og eisini at sleppa av við tað, har vit búgva. Eisini skulu vit innrætta okkara land meira eftir tørvinum hjá menniskjum enn eftir akførum.

 

Hetta og mangt annað brenni eg fyri. Lesið meira á mínum facebook-vanga