Valevni
Aftur

Margretha Kjærbæk

Eg eiti Emy Margretha Kjærbæk, vanliga nevnd Margretha, uppkallað eftir ommu og abba mínum. Eg eri 47 ár, gift Jens Knudsen, eigi 2 børn Dávid og Rósa og 3 ommubørn.

Eg eri útbúgvin bachelor í sjúkrarøktarfrøði. Bleiv liðug við sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina í 2002 og tók ískoytis-útbúgvingina, bachelor of science í sjúkrarøkt, í 2018.

Eg havi starvast á sjúkrahúsi, síðani eg varð liðug útbúgvin. Fyrst á Suðuroyar Sjúkrahúsi og síðani 2007 á Landssjúkrahúsinum. 10 tey seinastu árini havi eg starvast sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur á skurðgongini,  harav sum varaleiðari á skurðgongini síðani 1. januar 2014.

Eg valdi at stilla upp fyrstu ferð fyri fýra árum síðani, tí eg sá týdningin av at hava ein flokk á tingi, ið førir sín politikk, grundað á kristnu grundvirðini. Í dag er enn størri tørvur á miðfloksrøddum á tingi, ið standa sum verjugarður fyri tað ófødda barnið, og at hjúnabandslógin aftur verður broytt, soleiðis, at hjúnabandið einans er millum mann og kvinnu, soleiðis sum vit vóru ætlaði til. Vit mugu broyta kós nú.

Haraftrat mugu vit verja okkara unga fólk frá at velja rúsandi evnir, og eiga vit at gera nógv meira við fyribyrgjandi, upplýsandi tiltøk, bæði í skúlum og miðlum, og samstundis fyribyrgja at rúsevnir koma inn í landið. Vit kunnu ikki venda blinda eyga til longur.

Liberalisering av rúsdrekkalógini eigur ikki at at verða viðtikin á løgtingi. Tvørturímóti eiga vit at lurta eftir serfrøðini, ið m.a sigur, at minni eitt samfelag verður eksponerað/útsett fyri rúsdrekka, minni er vandin fyri at blíva bundin av tí.

Heilsuverk og tænastur liggja tætt at hjartanum. Okkum er enn tørvur á fleiri serlæknum, og vit mugu seta okkum langtíðarmál og gera alt fyri at fáa okkara læknalesandi aftur til Føroya, eftir lokna útbúgving.

Men, meðan vit bíða, eiga vit at hyggja aðrastaðni eftir serfrøði innan heilsutænastur enn bert í norðurlondum. Hyggja vit at framkomnu Ísrael, er nógv vit kundu lært av. Og hevði eitt samstarv gagnað okkara heilsuverki í mun til heilsutænastur til okkara borgarar.

Vit kunnu ikki drála longur við at fara í gongd við at byggja endurmenningarmiðstøð fyri seinheilaskadd, og vit mugu uppraðfesta endurvenjing hjá, eitt nú fólki, ið hava fingið staðfest parkinson sjúku. Tað má gerast nú fyri at tryggja okkara borgarum eitt so gott lív sum gjørligt.

Játtanin til heilsu- og almannaverkið eigur tí at hækka munandi.

Vit í Miðflokkinum fara altíð at verja familjuna, sum er hornasteinurin í samfelagnum, og gera tað betri liviligt í Føroyum fyri allar okkara borgarar. Landið vit elska og eru stolt av at vera fødd í og liva í.

Vel eina sterka kvinnuliga miðfloksrødd á ting.