Valevni
Aftur

Jóna Jógvan-Hendriksdóttir Nicolajsen

Jóna Jógvan-Hendriksdóttir Nicolajsen, 33 ár og lesandi á Glasir.

Eg eri búsitandi í Tórshavn, men eri ættað úr Skopun.

Eg eri útbúgvin heilsuhjálpari og ambulansaviðgerði.

Í frítíðini íðki eg fótbólt og “Strong Woman”, umframt at eg eri aktiv innan hjálpararbeiði í Føroyum. Eg meti, at eg kann geva eitt gott íkast til føroyska samfelagið.

Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum, og fari eg at arbeiða fyri hesum, um eg komi inn á Ting.

 

                             * Umhvørvið má verjast betur, t.d. eigur nýtsla av plastikkposum at verða bannað. Eisini skula endurnýtsluskipanir betrast, so pant kann gevast fyri alt slag av fløskum, bæði glas- aluminium og plast.

 

                             * Ferðasambandið til útoyggjarnar skal styrkjast! Eitt nú skula tað verða bussar til og frá ferjum.

 

                             * Ímeðan Sandoyartunnilin er í gerð, skal ein loysn finnast v.v. vinnuflutningi. Annaðhvørt skal ein nýggj ferja setast í sigling, ella eigur Teistin at sigla fleiri túrar. Um eitt nýtt skip skal keypast til hetta, so skal skipið vera so mikið gott, at tað kann fara í aðra sigling, aftaná tunnilin er tikin í brúk. Verður einki skip keypt, so skal Teistin sigla fleiri túrar. Hetta merkir, at ein manning skal setast afturat.

 

                             * Skipa ferðavinnuna betur við t.d. at taka gjald frá ferðafólki fyri at nýta vegirnar og at ansa eftir, at ferðandi í mest møguligan mun keypa úr føroysku handlinum.

 

                             * Sjúkraflutningurin skal vera á sama støði kring alt landið.

Støðið á sjúkraflutningtænastuni uttanfyri Havnina skal lyftast munandi. Eitt nú eiga øll, ið arbeiða í sjúkraflutningtænastuni at vera útbúgvin og fáa løn eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

 

                             * Neyðugt er at javnseta korini hjá lesandi so, at næmingar við avbjóðingum fáa somu lestrarmøguleika. Tað eigur ikki at vera neyðugt at hava diagnosur fyri at fáa røttu hjálpina. Eitt barn, sum ikki dugur at lesa ella rokna, eigur ikki at verða roknað sum eitt sjúkt barn! Barnið hevur brúk fyri at fáa skjóta og góða hjálp, uttan mun til um tað er staðfest ein diagnosa ella ikki.

 

                             * Lestrarstuðulin eigur at hækkast munandi. At ganga í skúla er eitt fulltíðarstarv, men tá studningurin er so lágur, og prísurin at liva er so høgur, verða lesandi noydd at hava eitt arbeiði við síðurnar av lesnaðinum. Sostatt hava lesandi eina arbeiðsviku á +60 tímar. Hetta er ikki rætt og má koma í rættlag sum skjótast.

 

                             * Politiið í Føroyum skal yvirtakast, og politiviðtøkurnar skulu endurskoðast! T.d. er tað burturvið, at ein persónur, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, ikki verður tikin í álvara beinanveg.

Uttan mun til um viðkomandi ætlar at melda málið ella ikki.

 

                             * Djóraverndarlógin skal endurskoðast. Eitt nú skal djóraverndarfelagið hava fleiri heimildir og harvið verja djórini betur.