Valevni
Aftur

Anja Haldansen

Eg eiti Anja Haldansen, eg eri 43 ár og uppvaksin í Vági, eg eri búðsitandi í Vestmanna. Eg eri gift við Jan Haldansen, og saman eigi vit 3 dreingir.

Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og havi starvast i dagstovnaøkinum í 10 ár. Hetta síðsta árið havi eg starvast innan skúlaøkið.

Eg havi altíð havt stóran áhuga í samfelagspolitikki, serliga sosialpolitikki. Eg eri uppvaksin i einum heimi, har vit hava kjakast nógv um politikk.

Síðan eg flutti til Vestmanna havi eg verið aktiv í lokalsamfelagnum, serliga innan hondbólt. Tá ein býr í einum lítlum lokalsamfelag, er sjálvboðin hjálp gull verd. Tað er altíð lættast at seta seg upp afturá og grenja um tað, sum ikki er, ella tað sum skuldi verið gjørt. Men tað er so nógv stuttligar og gevandi at bróta upp um armar og taka eina hond í.

Tað, sum fekk meg at stilla upp, var, at vit mangla kvinnuligar røddir á tingi. Tað eru nakrir fakbólkar i okkara samfelag, sum ikki hava nakra rødd. Um vit sum samfelag skulu javnstilla arbeiðsmarknaðin, so mugu vit fyrst byrja í løgtinginum.

Eg havi nøkur hjartamál, sum eg vil arbeiða við, og sum eg brenni fyri, um eg verði vald.

Føroyar skal verða eitt land, har øll hava tað gott og virðilig kor at virka undir. Tað heila menniskja kemur altíð fyrst.

Vit mugu fáa skipanir og betri viðurskiftir til børn og ung við serligum av tørvi. Vit mugu líkastilla tað likamligu og sálarligu heilsuna og tryggja eina viðgerðartrygd, so øll kunnu koma í viðgerð innan 30 dagar.

Vit mugu finna loysnir á bústaðarmarknaðinum, nú tíðirnar eru góðar, og eg haldi, at vit mugu ansa eftir ikki at loypa framav. Í staðin fyri at seta ein almennan bústaðarbanka á stovn, kunnu Bústaðir byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi og leigíbúðir til ungar familjur.

Vit mugu likastilla teir almennu lønarlistarnir, øll, sum arbeiða á umsorganarøkinum, mugu fáa líka løn fyri sama arbeiði.

Vit í Føroyum mugu fara at hugsa meira grønt, ikki bara tosa, men handla. Vit mugu gera skipanir, so vit skilja burturkast rundt um allar Føroyar. Umleið helvtin av øllum burturkasti, sum endar á brennistøðini í dag, kundi verið endurvunnið, og tann politiska skipanini má ganga undan.

Tann føroyski fiskiflotin er gamal, í miðal 45 ár. Politiska skipanin má tryggja vinnuni tryggar karmar, so reiðaríini kunnu gera langtíðar íløgur í nýggj og grønari skip.

Eg sjálv og allir mínir tríggir synir hava íðkað bæði hondbólt og fótbolt. Tí vil eg virka fyri, at ítrótturin skal fáa eina hægri játtan, so alt tað arbeiði, sum sersambondini gera, fær tað viðurkenning, tað hevur uppiborið. Tað liggur eitt heilt ótrúliga stórt arbeiði aftanfyri øll tey góðu úrslitini, sum okkara ítróttarfólk fremja, og hesum kunnu vit stuðla meira. Politiska skipanin má ganga á odda fyri, at vit sum tjóð kunnu spæla okkara landsdystir í okkara egna landi. Vit mugu viðvirka saman við kommunum, so vit fáa eina multihøll bygda, sum kann virka sum karmur til altjóða kappingar, til ítróttin at frama.

Eg eri sambandskvinna og haldi, at vit føroyingar standa sterkari í einum felagskapi enn uttanfyri. Eg vil varðveita sambandið við Danmark, tí eg dugi at síggja allir møguleikarnar, vit hava innan ríkisfelagsskapin, hetta ger okkara samfelag til eitt trygt og gott land at liva í.

Til allar kvinnur, stuðlið eini kvinnu, sum vil arbeiða fyri tínum áhugamálum.