Valevni
Aftur

Kristina Toftegaard Larsen

Eg eri 53 ár, úr Fuglafirði, gift og eigi 3 børn og eitt ommubarn. Eg eri dóttir Dinu Toftegaard (á Regni á Toftum) og Eivind Toftegaard (sáli) úr Toftum í Fuglafirði. Omma og abbi mín úr Fuglafirði vóru Kristina Sofía og Hans Toftegaard, ið allan mín barndóm høvdu sjúkrakassan í Fuglafirði. Omma og abbi á Toftum, vóru Andrea og Jóhan, vanliga nevndur Hanni, uppi á Regni á Toftum, har eg plagdi at vitja, og haðani eg havi góð minnir frá barnaspæli, eitt nú í haganum við Toftavatn. Eg havi millum annað útbúgving sum master í almennari leiðslu á Copenhagen Business School og Københavns Universitet, og eg arbeiði sum leiðari fyri eldraøkið í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á 5. ári. Sí meira um mínar útbúgvingar, arbeiðsroyndir, v.m. á mínari heimasíðu: www.kristinatjodveldi.com

Eg eri einasta kvinnuliga valevni hjá Tjóðveldi búsitandi í Eysturoynni. Tey, ið kenna meg, vita, at eg havi stillað upp tvær ferð áður til løgtingsval. Í 2008 og í 2011. Tá fyri Sjálvstýrisflokkin. Eg valdi at fara úr Sjálvstýrisflokkinum fyri trimum árum síðan, tí eg helt, at politikkurin í flokkinum bleiv alt ov høgravendur, serliga innan fiskivinnupolitikkin.  

Eg havi altíð havt áhuga í at verið við har, ið avgerðir verða tiknar, og eg gangi inn fyri at fáa størri kvinnuumboðan í politikki. Í 2004 var eg ein av stigtakarunum til kvinnulista til kommunuvalið í Fuglafirði, har tað loksins eydnaðist at fáa eina kvinnu í býráðið. Í 2008 fekk kvinnulistin tvey umboð, har undirritaða varð eina umboðið, og sat sum býráðs- og nevndarlimur, umframt formaður í Mentamálanevndin frá 2009 – 2012.

Eg havi áhuga í, at Føroyar gerast alsamt meira sjálvbjargnari, at vit støðugt yvirtaka málsøkir, at vit stuðla undir burðardyggar vinnur og ikki minst, at allari borgarar í Føroyum skulu hava góð kor at liva undir.

 

Til hetta løgtingsvalið havi eg sett niðanfyri hjartamál í brennidepilin.  

ü Sterka og burðardygga vinnu

Vinnur skulu hava tryggar karmar at virka undir, og tilfeingið skal umsitast burðardygt. Somuleiðis skal stuðlast undir at menna verandi og nýggjar vinnur, eitt nú ferðavinnu og skapandi vinnu.

 

ü Betri eldralív

Støðugt at betra um kor teirra eldru, serliga teimum, ið hava torført við at klára seg fíggjarliga. Pensjónistar eiga at hava møguleika fyri at arbeiða fulla ella niðursetta tíð, hóast tey fáa pensjón og samhaldsfasta. Tey hava hollar arbeiðsroyndir, og samfelagið hevur tørv á teirra arbeiðsmegi. 

 

ü Málrættað útbúgvingarøki

Støðugt menna og tillaga útbúgvingar til eftirspurningin í samfelagnum, so hesar gerast samfelagsliga burðardyggari. Útbúgvingar og vinnumøguleikar eiga at javnviga.

 

ü Grønari Føroyar

Slóða kós fyri at menna grøna orku og avmarka dálking. Hetta kunnu vit gera við framhaldandi at stuðla undir umlegging til grøna orku, so sum vind- og vatnorku. Eisini er neyðugt at herða krøvini fyri eitt nú umhvørvisdálking.