Valevni
Aftur

Bergun Kass

Bergun Kass er 59 ára gomul, uppvaksin á Strondum og býr í Hoyvík saman við manni og tveimum børnum.

Tíðin sum býráðspolitikari hevur givið mær innlit í politiskt arbeiði og eisini í, hvussu land og kommuna arbeiða saman. Hetta býtið og samskifti treingir til politiska umrøðu og endurskoðan. Eitt nú eigur almenna hjálpin ikki at vera aldursrelaterað, men verða veitt í tráð við tørv á hjálp, har allir røktarkrevjandi borgarar verða viðfarnir eins, uttan mun til, um ein er undir ella omanfyri 67. Hetta má fáast í rætt lag.

Heilsuverk: Fyribyrgjandi heilsuátøk setast i verk, soleiðis at tørvurin eftir sjúkrahús-, lækna- og medisinskari hjálp, við tíðini, minkar. Hetta eigur at raðfestast frammalaga og fígging fáast til vega til nýggja átaks- og virkisøki.

Eldraøkið: Útbúgving og menning av starvsfólki til eldraøkið eigur at gerast sum ein yrkisútbúgving fyri seg, sum kann verða tikin, meðan starvsfólkið er í starvi ella í læru á eldraøkinum, eins og tilboðið er innan aðrar yrkisútbúgvingar. Tað skal kunna bera til at ‘byggja omaná’ hesa yrkisútbúgving, eitt nú til sjúkrarøktarfrøðing.

Hospice: Hospice eigur at verða sett á stovn – og hóskandi kundi staðsetingin verið nærhendis landssjúkrahúsinum, soleiðis at bæði røktarfakfólk og sjúkrahúsfacilitetir kundi verdi gagnnýtt skynsamari.

 Búskaparligt haldføri, fyrisiting og rakstur: Umframt vanliga politiska arbeiði, sum eg fari at arbeiða við í nærlagni, hevur hetta seinna, fyrisiting og rakstur, mín stóra áhuga, og vil eg arbeiða fyri at hesi fáa ta politisku viðgerð og umrøðu, sum er neyðug, og sum tænir borgarum, landi og búskaparligum haldføri.