Valevni
Aftur

Kristina Roest

Nøkur orð um meg

Eg eiti Kristina Roest, eg eri 32 ár, búgvi í Trongisvági og eigi 2 børn. Til dagligt arbeiði eg sum skrivstovukvinna hjá Delta Seafood. Haraftrat eri eg býráðslimur í Tvøroyrar Kommunu og nevndarforkvinna hjá IRF.

 

Í stuttum kunnu míni hjartamál lýsast soleiðis:

 

Børnini og ungdómurin eru framtíðin

Børnini eru okkara rávøra og okkara framtíð. Tí eiga vit at skapa teimum bestu og tryggastu karmar, so tey kunnu menna seg til heil, kærleiksfull og dugnalig menniskju. Til hetta krevst ein barna- og ungdómspolitikkur, har tørvurin hjá barninum og familjutrivnaðurin verða høgt raðfest.

Barsilsskipanin eigur at leingjast og gerast smidligari, so hon kann nøkta tørvin hjá tí einstaka. Foreldur skulu sjálvi gera av, nær og hvussu tey brúka barsilstíðina. Møguleiki skal vera fyri at fara í barsil niðursetta tíð, so barsilstíðin verður longd samsvarandi.

Eisini skulu vit innføra umsorganardagar, eins og í londunum kring okkum. Foreldur skulu hava 50 umsorganardagar, til barnið er blivið 7 ár, sum tey kunnu býta millum sín ella geva øðrum avvarðandi.

 

Ein góður og tryggur aldurdómur

Føroyar skulu verða eitt trygt stað at gerast gamal. Vit skulu arbeiða fyri at fyribyrgja einsemi, økja lívskvalitet og styrkja sosial netverk. Vit mugu betra møguleikarnar fyri føstum tilknýti til arbeiðsmarknaðin og lætta um fíggjarligu byrðuna hja pensjónistum í fatækraváða.

 

Betri umstøður til útjaðarin

Fyri at útjaðarin kann javnsetast við restina av Føroyum, krevst ein Suðuroyartunnil. Føðistovan skal endurskoðast, og viðurskiftini hjá barnakonum og familjum teirra mugu betrast við atliti til bústaðar- og fíggjarviðurskifti.

 

Eitt sterkt heilsuverk

Vit eiga at varðveita og byggja víðari upp á okkara sterka felagsskap innan heilsuverkið. Sjúkrahúsini skulu bjóða sjúkuviðgerð av alskyns slag og høgum kvaliteti. Tey dugnaligastu fakfólkini skulu raðfesta at arbeiða her, og longu bíðitíðirnar skulu styttast.

 

Tey veikastu í samfelagnum skulu loftast

Vit eiga at bjoða røttu tilboðini til fólk, sum verða rakt av sjúku, handikap, arbeiðsloysi ella øðrum sosialum viðurskiftum, sum gera, at hesi ikki megna at koma víðari. Eisini skal sálarsjúka javnsetast við aðrar sjúkur. Børn og ung skulu hava atgongd til sálarfrøðiliga hjálp uttan at gjalda.

 

Eitt sterkt vinnulív

Treytirnar fyri at varðveita og betra vælferðina, fyri einum rúmligum arbeiðsmarknað og fyri einum høgum tænastustøði, eru einar Føroyar í vøkstri og menning. Tí skulu vit skapa eitt trygt og gott grundarlag fyri vinnulívinum og íverksetum.

 

Tryggingartímarnir í FV-Skipanini hjá ALS

Fiskaarbeiðarin fær ALS útgjald, tá arbeitt verður minni enn 32 tímar um vikuna vegna vantandi rávøru ella líknandi. Vit eiga at broyta hesa løgtingslóg, so fiskaarbeiðarin kann tryggjast allar arbeiðsdagarnar í vikuni og ikki bara fýra arbeiðsdagar út av fimm.

 

Grønari umhvørvið

Vit eiga at eggja fólki til at skifta yvir til grønari orkuskipanir. MVG frítøkan av grønum orkuskipanum skal varðveitast. Tað eigur at verða sett við lóg, at øll nýbygging skal innihalda grønar orkuloysnir. Føroyar skulu gerast ein fyrimynd fyri onnur lond við at taka ábyrgd av dálkingini og minka um plastdálkingina. Land, kommunur, vinna og borgarar eiga í felag at taka lógvatøk og finna loysnir fyri, hvussu vit kunnu gerast grønari og endurnýta meiri.