Valevni
Aftur

Fríða Petersen

Eg eri fødd í 1970, uppvaksin og búsitandi í Fuglafirði.

Eg eri útbúgvin ergoterapeutur og arbeiði til dagligt í Roðanum í Eysturoynni. Eg havi eisini arbeitt í sjúkrahúsverkinum og í 12 ár innan skúlaøkið við næmingum við autismu. Harafturat eri eg virkin í hjálpararbeiði í menningarlondum, har eg eisini siti í nevnd í føroyskum felagsskapi, og havi eisini stóran áhuga í mentan og tónleiki.

Hetta eru økir, sum eg serliga brenni fyri.

  -At styrkja almanna- og heilsuverkið, soleiðis at vælferðarskipannin í enn størri mun kemur øllum okkara borgarum til góða, uttan mun til førleika og aldur.

-At tær skipanir, vit hava í almanna- og heilsuverkinum, skulu samskipast betur, so vit fáa sum mest burturtúr og altíð eru til reiðar at lofta tí einstaka í tí støðu, sum viðkomandi er í júst tá.

-Fyribyrging, endurvenjing og endurmenning til fólk við kroniskum sjúkum. Hetta fyri at borgarin kann hava eitt virkið og sjálvstøðugt lív til frama fyri tann einstaka og samfelagið

-Mentan, tónleik og list, sum vit øll hava gleði av í gerandisdegnum. Vit eiga at veita listarbólkunum góðar og virðiligar karmar at arbeiða undir