Valevni
Aftur

Eyðdis Hartmann Niclasen

Eg eri fødd 01.08.72 í Qeqertarsuaq, Grønlandi. Eg eri ættað av Tvøroyri og gift við Marneri Hansen úr Miðvági, saman eiga vit synirnar Heri, ið er 13 ár og Thór, ið er 19 ár.

Eg eri uppvaksin í Danmark og í Føroyum og havi eisini búð í 2 ár í suður-Fraklandi. Flutti heim til Miðvágs við familjuni í 2006.

Eg havi altíð havt áhuga fyri hondbólti og fótbólti, og sum ung var tað TB, H71 og HB, men seinastu árini hevur hettar tó bert verið til stuttleikar, við Sóljuni og B36 old girls.

Eg havi arbeitt innan reiðaríbransjuna og ferðavinnu nærum alt lívið, í 26 ár tilsamans.

Eg havi nomið mær útbúgving innan ferðavinnu frá reiðarínum DFDS A/S og havi akademiútbúgving í leiðslu. Í 15 ár havi eg arbeitt sum stjórnarskrivari fyri leiðslu og nevnd, í samtøkunnum DFDS A/S og Smyril Line P/F.

Í 2017 tók eg við sum borgarstjóri í Vága kommunu, har eg í samband við starvið røki ymiskar nevndarsessir s.s. forkvinna í fíggjarnevndini, stýrislimur í Kommunufelagnum, í samstarvsnevndunum í Vágum, forkvinna í Heimatænastuni, næstforkvinna í barnaverndartænastuni og forkvinna í tilbúgvingarnevndini.

Eg havi valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin, tí at hesin flokkurin hevur altíð havt eitt fast stavnhald, og kjalarvørrurin er ein breið vifta av vælferð og møguleikum skaptir í Ríkisfelagsskapinum. Hetta ætli eg mær at fasthalda og vera við til at menna.

Nøkur av mínum hjartamálum til løgtingsvalið:

• Samferðslukervið
• Ríkisfelagsskapurin
• Vinnan
• Ferðavinnan
• Bústaðarmøguleikar
• Viðgerðartrygd
• Vælferðarsamfelagið