Kynsumboðan Kommunuval 2020

 

 

 

Tað gongur rætta vegin við kynsumboðanini í bý- og bygdaráðunum.

Fleiri kommunur høvdu stóra framgongd  í mun til javna kynsumboðan til kommunuvalið í gjár 10.nov 2020, og tað fegnast Demokratia um. Tað eru serliga fýra kommunur, sum skara burtur úr, og sum hava gjørt eitt risa-lop í mun til javna umboðan. Hesar eru:

·         Eiðis kommuna, sum er farin fra einari umboðan á m/k 86/14% til fulla javnstøðu 57/43

·         Eysturkommuna, sum er farin frá einari umboðan á m/k 78/22% til fulla javnstøðu 55/45

·         Vága kommuna, sum er farin frá einari umboðan á m/k 73/27% til fulla javnstøðu 55/45

·         Sands kommuna, sum er farin frá einari umboðan á m/k 86/14 til fulla javnstøðu 57/43

·         Sumbiar kommuna, sum fór frá 100/0 til eitt klárt 60/40 býti í einum lopi.

 

12 av 29 kommunum hava javna kynsumboðan

Eisini Tórshavnar kommuna hevur fulla javnstøðu hesa setuna, 7 kvinnur og 6 menn, t.e. 53% kvinnur og 47 % menn. Seinastu setu var hetta býtið beint uttan fyri 60/40 javnstøðumarkið, tí kvinnurnar høvdu tá 8 sessir av 13 og altso 62% í mun til teir 5 menninar í býráðnum, sum myndaðu 38% av umboðanini.

Í Vestmanna, Skopun, Tvøroyri, Porkeri, Kvívík halda tey áfram við góðu gongdini og hava javna umboðan eins og tey høvdu undanfarna valskeið.

12 av 29 kommunum hava nú javna umboðan, og í alt ganga 10 av 29 kommunum fram. Eingin kommuna hevur reina kvinnuumboðan í bý- bygdaráðnum, meðan hetta er galdandi fyri tríggjar kommunur, tá talan er um reina mannsumboðan, tær eru Fámjins- Skúvoyar- og Sjóvar kommuna. Í Fámjin og Skúvoy er talan um 3 bygdaráðslimir, meðan tað í Sjóvar kommunu eru 7 sessir.

 

Klaksvík og Runavík á markinum

Meðan Tórshavnar kommuna nú er komin á miðjuna á vektskálini, so hendi eingin broyting í Klaksvík og Runavík. Báðar kommunurnar eru enn umboðar við 7 monnum og 4 kvinnum, tað er eitt prosentbýtið á 64/36 % júst sum aftaná valið 2016.

 

Sunda- og Sjóvar kommunur darla afturúr, meðan Hvannasund endaði í øvugtari grøv

Ringast stendur til í Sjóvar kommunu, men eisini Sunda kommuna kláraði seg út av lagi vánaligt, tá talan er um at royna fáa eitt bygdarráð, sum umboðar fólki, sum í økinum býr. T.v.s. á leið helvt um helvt kvinnur og menn. Men longu í uppstillingini var galið, bert 4 av 24 uppstillaðum vóru kvinnur. Úrslitið bleiv, at 1 av 11 limum er kvinna, og hetta er altso næst aftaná tað 100/0 skeiklaða býtið vit síggja í trimum støðum , tað absolutt ringasta í landinum. 90 % menn og 10 % kvinnur.  Í Hvannasundi var eitt gott kynsbýtið áðrenn valið, men býtið skeiklaðist í gjár og umboðanin er nú 80% kvinnur og 20% menn.

 

Men arbeiði gevur úrslit

Tað hevur alstóran týdning, at flest møgulig ymisk sjónarmið eru umboðaði har sum avgerðirnar verða tiknar. Hetta fara vit at halda áfram at varpa ljós á, eins og vit fegnast um, at valfundir og beinleiðis samband við økini í landinum hava givið úrslit. Bæði í Sandoynni og í Vágunum hava vit havt sera væleydnaðar valfundir, og eiga vit bara ein pinkalítlan part av æruni av framúr góðu gongdini har viðvíkjandi javnari kynsumboðan, so fegnast vit um tað.