Kvinnur tosa um vælferð, menn tosa um verju, klima, byggi- og fíggjarmál
Á árliga almenna fólkafundinum á Bornholm í juni í ár vóru kvinnur undirumboðaðar. 37,4% av teimum uml. 7.000 kjakluttakarunum vóru kvinnur, og 62,6% menn, og nakað soleiðis hevur støðan verið øll tey seinastu fimm árini, síðan Kvinfo byrjaði at skráseta kynsjavnvágina. (Kvinfo er danskur vitanarstovnur, sum miðlar gransking um kyn, javnstøðu og etnisitet).

Stórur munur er eisini á, hvørji evni kynini tosa um. Menn tosa um verjumál, klimaspurningar, byggi-, ferðslu og fíggjarmál, meðan kvinnur tosa um heilsu-, sosial- og umsorganarmál, børn & ung, undirvísing, integratión og mentan.

Í Føroyum verður skipað fyri almennum fólkafundi á Reinsarínum og í bygningunum rundanum í Tórsgøtu í Havn 26-27. oktober. Hvussu man standurin fara at vera har?

Greinin hjá Kvinfo kann lesast á leinkinum niðanfyri.

http://kvinfo.dk/kvinder-taler-om-mennesker-maend-taler-om-forsvar-klima-og-oekonomi/


Skrivað út frá http://demokratia.fo d. 21. November 2018  17:51:12