Özlem Cekic í Norđurlandahúsinum 16. september
"At byggja brýr ella grava veitir" er heitiđ á framlřguni, sum Özlem Cekic fer at hava í Norđurlandahúsinum 16. september kl. 15. Tiltakiđ er alment og ókeypis.

Skrá:
Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, bjóđar vćlkomin
At byggja brýr ella grava veitir, Özlem Cekic hevur framlřgu
Kári Sverrisson spćlir nakrar sangir
Heini í Skorini prátar viđ Özlem Cekic
Bókakeyp og –signering
Kaffi og křkur.

Demokratia hevur bjóđađ Özlem Cekic til Fřroya at greiđa frá sínum lívi og virki. Özlem Cekic er dani av kurdiskari ćtt. Hon hevur gingiđ í danskan fólkaskúla, hevur stríđst viđ at sameina tvćr mentanir: ta turkisku og ta donsku, og hevur tikiđ útbúgving sum sjúkrarřktarfrřđingur.
Hon sat á Fólkatingi fyri SF frá 2007 til 2015. Síđan er hon vorđin kend fyri átakiđ dialogkaffi, har hon, í stađin fyri at seta hart ímóti hřrđum, bjóđar sćr sjálvari heim til síni mótstřđufólk at drekka kaffi fyri ígjřgnum samtalu at broyta teirra hugsanarhátt um muslimar og flóttafólk sum heild.

Hon er eisini rithřvundur. Í 2009 gav hon bókina Fra Fřtex til Folketinget út. Í 2013 fór hon undir at geva barnabřkur út um gentuna Ayse, og í 2017 kom bókin Hvorfor hader han dig, mor? sum hevur fingiđ framúr góđ ummćli.

Í framlřguni kemur hon sjálvandi inn á árini á Fólkatingi. Hvat fer í grundini fram á Christiansborg, tá iđ filmstólini eru slřkt? Tosa politikarar í heila tikiđ saman? Hvat brenna politikarar fyri, sum stýra landinum? Og hvřr er orsřkin til politikaravamliđ?

Um sítt virki sum ”brúgvasmiđur”, sigur hon:

”Danmark og verđin rundan um okkum upplivir ein stóran flóttafólkastreym, og taliđ av nýdřnum í Danmark řkist. Vit rćđast tađ ókenda, men vit hava meira til felags enn tađ, sum skilir okkum. Og viđ tí útgangsstřđi havi eg bjóđađ mćr sjálvari heim til ein hóp av danskarum – bćđi fólki, eg eri samd viđ, og fólki, eg eri rúkandi ósamd viđ. Eg havi eisini vitjađ ymsar trúarbólkar – kristin, jřdar, muslimar, ateistar – viđ vón um, at vit í felag kunnu byggja brýr heldur enn enn grava veitir. Viđ střđi í mínum royndum taki eg stig til orđaskifti. Og eg komi eisini viđ bođi um, hvat tit sjálv kunnu gera fyri at rćtta teimum menniskjum hondina, vit kanska halda, at vit einki hava til felags viđ.”

Í Demokratia er vit sera fegin um, at Özlem Cekic hevur játtađ at koma til Fřroyar.
Střrsta uppgávan hjá okkum er at řkja um kvinnuleiklutin í politiska lívinum. Vit vćnta, at framlřgan hjá Özlem Cekic kann verđa íblástur hjá mongum at taka lut í politiskum virksemi til frama fyri okkum řll, og ikki minst er hennara virki sum mynsturbrótari ein řđrvísi háttur at fremja góđsemi millum fólkaslřg.

Özlem Cekic í Norđurlandahúsinum 16. september


Skrivađ út frá http://demokratia.fo d. 24. November 2017  19:17:35