Gott val - vel eina kvinnu
So eru listarnir klįrir til kommunuvališ, iš verša skal 8. november, sama dag sum amerikanska forsetavališ.
Demokratia hevši vónaš, at fleiri kvinnur fóru at vera į listunum enn til seinasta kommunuval, men so var tķverri ikki. Tališ er taš sama sum til seinasta kommunuval: 65 % menn eru stillašir upp og 35 % kvinnur.
Viš seinasta kommunuval var bżtiš millum menn og kvinnur 72 % móti 28%. Vit vóna at taš hesa ferš fer at eydnast at koma hęgri upp, tķ hetta tališ er alt ov lįgt fyri kvinnurnar viškomandi.
Ķ The Global Gender Gap Report fyri 2016 sęst, at Noršurland eru ovast į listanum, hvat višvķkur javnstųšu, tó ikki Danmark, sum liggur į nķtjanda plassi. Plįssini eitt til fżra eiga Ķsland, Finnland, Noreg og Svųrķki.
Taš er World Economic Forum (WEF), sum ger kanningina av heilsu, kvinnum ķ politikki, kvinnum ķ leišandi stųrvum, śtbśgving og lųnarlagi. Nina Groes, sum er forkvinna ķ Kvinfo ķ Danmark, metir, at Danmark er uppstešgaš serliga viš at betra um umstųšurnar hjį kvinnum at koma ķ leišandi stųrv. Umframt er taš sera lįga tališ av kvinnum ķ politikki og lųnarmunir, iš gera, at Danmark liggur so lįgt.
Hvussu man sķggja śt hjį okkum?
Fųroyskar kvinnur fingu allar valrętt til kommunustżri ķ 1909. Sostatt eru taš 107 įr sķšan, at fólkaręšiš varš vķškaš at galda fyri bęši kyn. Taš gekk ikki lķka long tķš at velja fyrstu kvinnu ķ kommunustżri, sum taš tók at velja fyrstu kvinnur ķ lųgtingiš. Longu ķ 1918, tvs. fyri 98 įrum sķšan, varš fyrsta kvinna vald ķ eitt kommunustżri. Taš var Johanna Poulsen śr Skopun, gift Mortensen og bśsitandi į Tvųroyri.
Taš tykist at vera ómetaliga strķggiš at fįa kvinnur at stilla upp og brśka sķn rętt at vera viš til at gera av, hvussu vit skulu skipa okkum sum samfelag.
Orsųkirnar eru mangar, onkur vil vera viš, at menn er meira kappingarsinnašir enn kvinnur, og at kvinnur ikki kenna seg lķka so vęl skikkašar sum menn, men tį tęr so verša bidnar um at greiša frį tķ, tęr duga og eru įhugašar ķ, so eru tęr lķka so dugnaligar sum menn. Og at tęr eru skikkašar, sęst tżšiliga av teimum vangamyndum av kommunalpolitikarum, vit hava lagt inn į heimasķšu okkara nś upp undir vališ.
Trupulleikin er, at politiska spęliš er sum ein kapping. Taš politiska mentanarlandslagiš er sera nógv merkt av einum maskulinum dįmi, bęši mįtin fųrt veršur valstrķš, og eisini mįtin sum oršaskiftiš fer fram į fundum.
Haraftrat hava fųroyskar kvinnur hųvušsįbyrgdina av heimi og bųrnum, og tķ kann taš kennast trupult og tķšarkrevjandi hjį teimum at traška fram fyri at lata seg umboša ķ politikki.
Vit hava ongar heildarkanningar av višurskiftunum hjį fųroyskum kvinnum og eru tķverri ikki viš ķ hesari kanningini av The Global Gender Gap. Tó vita vit, at lųnarmunir eru stórir millum kvinnur og menn eisini ķ Fųroyum, at kvinnur blķva fyrst og fremst millumleišarar, og at tališ av kvinnum ķ politikki er lįgt.

Jśst tķ er taš so ótrśliga tżdningarmikiš, at vit royna at verša mynsturbrótarar.
29 kommunur viš 591 valevnum. 207 teirra eru kvinnur.
Latiš okkum nś velja eina politiska skipan, har ųll kunnu vera viš.

Gott val - Vel eina kvinnu.


Skrivaš śt frį http://demokratia.fo d. 28. Aprķl 2017  10:16:25