Pengar, valskipan og kommunusamanlegging við færri fólkavaldum - forðing fyri demokratiið? 31. januar 2007 skipaðu Javnstøðunevndin og Demokratia fyri almennum evniskvøldi á Hotel Hafnia í Tórshavn. Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, legði nýggja búmerkið hjá Demokratia fram, og segði frá nevndararbeiðinum higartil og framtíðarætlanunum. Beinta í Jákupsstovu, granskari, legði fram úrslit av spurnakanningini millum uppstillað til kommunuvalini 2000 og 2004, við serligum atliti til kvinnuumboðan. Í fyrilestrinum við heitinum "Hvat forðar kvinnum í at luttaka í politikki?" vísti hon á nakrar forðingar og á nøkur stig, sum kunnu takast fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og verða valdar. Kanningin er gjørd saman við Eli Kjersem, granskara, og er partur av eini størri kommunukanning, sum væntandi verður liðug um ársskiftið 2007/2008. 70 fólk møttu, og eftir fundin var lívligt kjak. Fyrilesturin verður lagdur her á heimasíðuna í næstum. Stuttur samandráttur kann lesast her. Samandráttur av fyrilestrinum hjá Beintu í Jákupsstovu: Beinta vísti á, at í Føroyum er serliga illa statt við kvinnupolitiskari umboðan, men at tey eisini aðrastaðni kenna til trupulleikan. Vánalig kvinnuumboðan verður roknað sum ein trupulleiki av (minst) tveimum grundum: 1) Rættvísi – stórur skeivleiki í kynsbalansuni er eitt symptom uppá, at okkurt er galið við rekrutteringini av teimum fólkavaldu. 2) Tilfeingisnýtsla – ov lítil kvinnuumboðan merkir, at samfelagið ikki brúkar alt tilfeingi sítt. Haraftrat hava kvinnur vitan um ymisk viðurskifti, sum menn vita minni um. Áhugin fyri politiskum arbeiði er stórur í Føroyum, Danmark og Íslandi samanborið við onnur norðurlond. Ein orsøk kann vera, at tað er skjótt og lætt at síggja úrslit, ið hvussu er, tá ræður um kommunupolitikk. Í 1997 vóru 50 kommunur í Føroyum – i dag eru tær 34, og talið fer at minka enn meira komandi ár. Skipanin við stóra kommunutalinum hevði støði í lokaumi identiteti. Lokali identiteturin fær bygdarfólkið at taka lógvatak saman og gera okkurt gott fyri bygdina. Tá ið nú alsamt størri dentur verður lagdur á effekivitet (kommunan skal kunna planleggja fyri størri bólkar við sama tørvi og hava størri skattainntøkur fyri at kunna seta tiltøk í verk) og solidaritet (somu tilboð skulu vera fyri allar landsins borgarar), kann vandi vera fyri, at lokali identiteturin verður trongdur út til frama fyri effektivitetin og solidaritetin. Hon vísti á fýra høvuðsevni, sum kunnu vera við til at forða kvinnum (og øðrum samfelagsbólkum) í at luttaka í politikki: 1) Kommunusamanlegging merkir færri fólkavald og harvið herda kapping millum tey uppstillaðu. Í 1997 vóru 50 kommunur í Føroyum, í dag eru 34. Eisini talið á fólkavaldum minkar: í 2000 skuldu 272 veljast til bý- og bygdaráð, í 2004 bara 218. Kvinnuumboðanin var óbroytt í prosentum, nevniliga 23%. At kommunusessirnir verða færri í tali, merkir, at politiska elitan verður styrkt: útskiftingin verður minni, av tí lutfalsliga fleiri verða uppafturstillað og afturvald. Haraftrat verður uppaftur verri fyri kvinnurnar at verða valdar. Samanumtikið sleppa færri borgarar at royna seg sum fólkavald umboð. Kommunupolitikkur hevur annars í stóran mun verið ein skúli í fólkaræði, og mangir løgtingspolitikarar hava eina fortíð sum kommunupolitikarar. 2) Valskipan – ósamskipaðir veljarar raðfesta persónsvalið. Fram til 1972 var valskipanin øðrvísi enn í dag. Um ein listi fekk nóg nógvar atkvøður, var tað ann, sum stóð ovast á listanum, sum fekk sessin. Eftir 1972 varð hetta broytt til, at veljarin setir kross við ein persón á listanum, og persónurin við flest krossum fær sessin. Henda skipan kann í fyrstu syftu tykjast meira demokratisk enn hin fyrra. Men hon er eingin natúrlóg og hevur sínar veikleikar; t.d. kunnu veljararnir samskipa seg og semjast um ein ávísan persón. 3) Valstríð – ein dýr kapping um at síggjast í almenna kjakinum. Føroyska valskipanin er ógvuliga persónsfokuserað, og hetta merkir kapping millum valevnini heldur enn millum flokkarnar. Marknaðarføring av persónum hevur í nýggjari tíð vundið meira og meira uppá seg sum ein partur av valstríðnum, serliga á størru plássunum. Fleiri brúka tíggjutúsundatals krónur til blaðlýsingar, plakatir, faldarar, heimasíður, bannarar, blaðgreinir osfr. Henda gongdin kann hava fleiri vandar við sær. Eitt nú eru kvinnur generelt minni múgvandi enn menn. Eitt meritokrati/plutokrati, har tey ríku sita á politiska valdinum og/ella ein mafiamentan – “hjálpir tú mær, so hjálpi eg tær” – kann verða ein fylgja, um gongdin sleppur at halda fram. 4) Hugur til arbeiðið sum fólkavald umboð. Kvinnur mangla hvørki sjálvsálit ella hug til politiskt arbeiði, men okkurt bendir á, at ymiskar praktiskar forðingar halda teimum aftur í ávísan mun. Kanningin hevur ikki spurt um javnstøðu í húsarhaldinum, men tølini vísa, at kvinnurnar í størri mun bíða við tí politiska arbeiðinum, til børnini eru størri. Hetta er ikki galdandi fyri menninar í sama mun. Langir fundir, sum liggja á óhøgligum tíðum á degnum, kunnu eisini vera ein forðing hjá kvinnunum, sum í mongum førum hava høvuðsábyrgdina av húsarhaldinum.
|
Skrivað út frá http://demokratia.fo d. 23. Februar 2019 14:21:37 |