Kvinnur í politikki
Í Føroyum fingu kvinnur valrætt til kommunuval í 1909 og til løgtingið í 1916. Men tær sluppu á landsfevnandi politiskt val fyri fyrstu ferð í 1906 (fólkaatkvøðan um rúsdrekka).

Í 1964 tók fyrsta kvinnan sæti á løgtingi. Tað var Malla Samuelsen í Sjálvstýrisflokkinum, men sum varaumboð sat hon bara eitt stutt skifti.

Í 1978 vórðu fyrstu kvinnurnar valdar í løgtingið at sita eitt heilt valskeið. Tær vóru Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum (hon var varalimur 1975-78) og Karin Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum.

Fyrsta kvinna í landsstýrinum var Jóngerð Purkhús, sum í 1985 varð tilnevnd landsstýriskvinna í fíggjar- og umhvørvismálum.

Í 1993 fingu vit fyrstu og higartil einasta kvinnuliga løgmannin, Tað var Marita Petersen, sum var løgmaður frá januar 1993 til september 1994. Aftaná valið í 1994 varð Marita Petersen eisini sum fyrsta kvinnan vald sum løgtingsformaður.

Ein kvinna í Føroyum er vald í Fólkatingið. Tað er Lisbeth L. Petersen, sum varð vald í 2001.

Niðanfyri er yvirlit yvir allar kvinnur, sum hava veriði Løgtinginum, Landsstýrinum og Løgtinginum higartil.


 » Kvinnuligir løgtingslimir, landsstýrisfólk og fólkatingslimir 1964-



Skrivað út frá http://demokratia.fo d. 28. Juni 2017  23:05:06