Demokratia er fikublaðið hjá Føroya landsstýri
Soleiðis sær Brynhild Thomsen, journalistur, rolluna hjá Demokratia. Les um røðuna hjá Brynhild á 8. mars haldinum á Hotel Føroyum.

Demokratia er fikublaðið hjá Føroya landsstýri. Hon skal nevniliga káva fyri, at Landsstýrið og løgtingið ongan veruligan javnstøðupolitikk føra.
Eingin av teimum sigur seg ikki ganga inn fyri javnstøðu, tá teir verða beinleiðis spurdir, men realiteturin er, at eingin sum helst javnstøðupolitikkur verður førdur. Málið er harafturímóti beint í Demokratia (t.e. nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki). So sær tað um ikki annað út, sum um okkurt verður gjørt. Men Demokratia hevur fingið tilsamanss 475.000 kr. at arbeiða við í hálvtannað ár ­ og hvussu langt røkkur hon við hesi lítillátnu upphædd?

Veruligur javnstøðupolitikkur snýr seg um at lata seg í kynsbrillur á øllum samfelagsøkjum. Sum dømi nevndi Brynhild ekskluderandi málburðin, sum er víða útbreiddur í Føroyum. Menn meta, menn siga, teir ætla osfr. Sjálvt stjórnarskipanaruppskotið ýður av slíkum máliskum.

Demokratia er fikublaðið hjá Føroya landsstýri

Og hvat læra børnini í skúlanum?
Søgubøkurnar eru fullar av monnum og teirra tonkum, kenslum og gerðum. Eingin fær at vita um, hvat kvinnurnar hugsaðu, føldu og gjørdu. Kallkynið er nevniliga normurin, meðan kvennkynið er hitt kynið, undantakið. Tað hendir seg, at borðreitt verður við sokallaðari kvinnusøgu. Men hvat er kvinnusøga? Er tað tað, sum tann ordliga søgan ikki er? Sama við kvinnubókmentum. Hvat er tað? Hví tosar eingin um mannabókmentir og mannasøgu?

Lønarviðurskiftini eru heldur einki at reypa av. Kvinnur í Føroyum tjena bara uml. 2/3 av tí, menninir tjena.

Brynhild nam eisini við spurningin um, hví so nógvar føroyskar kvinnur flyta av landinum. Kvinnur telja bara 48% av landsins íbúgvum, og hetta er ein álvarsligur samfelagstrupulleiki, sum kann enda galið, um vit bara lata standa til. Men heldur ikki her verður nakar javnstøðupolitikkur førdur. Politisku myndugleikarnir hava ikki sett spurningin, tíansheldur kannað, hví kvinnurnar rýma.

Brynhild førdi fram ein tankaeksperiment: Um støðan nú hevði verið øvugt, soleiðis at 29 kvinnur og 3 menn høvdu mannað løgtingið, hvussu mundu rekatiónirnar tá høvdu verið? Hon svaraði sjálv, at avleiðingin hevði verið ein fjølmiðlasensatión. Allir flokkar høvdu lagt høvdið í blot til tess at endurskoða floksapparatið. Teir høvdu eftirlýst kvotur og kravt pengar til gransking um menn og teirra kor. Teir høvdu ikki funnið uppá t.d. at sagt, at støðan bara endurspeglaði teirra fría vilja.

Men einki ramaskríggj var at hoyra, tá Føroyar í 2006 dumpaðu til CEDAW-próvtøkuna í ST. (The Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women). Hesi tíðindi ruddaðu ongar forsíður. Vit hava annars sjálv undirskrivað CEDAW-sáttmálan og harvið bundið okkum til at føra javnstøðupolitikk. CEDAW-sáttmálin greiðan mátistokk fyri javnstøðu og fyriskrivar, at har javnstøðan ikki er í lagi, eiga tiltøk at verða sett í verk. Og longu á vári 2008 skulu vit aftur til próvtøku í CEDAW. Er tað so ikki tíð uppá at fáa fingurin út? spurdi Brynhild.


Skrivað út frá http://demokratia.fo d. 20. September 2018  22:27:19